Høgguslokkafossilir í gólvinum í SMS
Visti tú, at gólvið í SMS er gamal havbotnur við fossilum av fornum høgguslokkum?
Í reyðbrúna gólvinum í SMS finnur tú nakrar serligar strikur skapaðar sum bein horn. Hetta eru fossilir av einum djóraslagi, sum minnir um fornhøgguslokkar. Djóraslagið eitur Orthoceras. Grótslagið, sum gólvflísarnar eru gjørdar úr, er kálksteinur úr Ølandi í Svøríki.
Orthoceras livdi í havinum fyri meir enn 400 milliónum árum síðan. Høvdið og armarnir komu út úr skelini, og vit kunnu ímynda okkum, hvussu Orthoceras veiddi djór í havinum.
Jarðfeingi gjørdi eina uppgávu til børn og ung um hesi fossil til tiltakið Vitan á skák, sum var á Torginum í SMS í farnu viku. Uppgávan kann takast niður her.
Aðrar uppgávur kunnu takast niður frá síðuni her, har greitt verður frá tiltakinum.