a30f444d40c37eead61f46a2ed262a1c.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.04.2016

Hjartastartaradagur verður í SMS 23. apríl

Leygardagin 23. apríl skipar áhugabólkurin FÁ3 fyri Hjartastartaradegi á Torginum í SMS.

FÁ 3 er áhugabólkur undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri anestesi- og intensivsjúkrarøktarfrøðingar. Bólkurin hevur fingið játtað kr. 40.000 úr Sjúkrakassagrunninum til hjartastartaradagin.

Tiltakið skal varpa ljós á hjartastøðgviðgerð uttanfyri sjúkrahúsið. Endamálið er at upplýsa almenningin um týdningin av skjótari viðgerð í sambandi við hjartastøðg og at menna førleikar at byrja hjarta-lungabjarging. Fyriskipararnir fara at bjóða stutta og greiða ástøðiliga undirvísing, har høvi verður at royna hjarta-lungabjarging og fáa undirvísing í, hvussu hjartastartarin verður nýttur.

Hoyr samrøðuna við Anju Perdomo og Jonleyg Fossabrúgví Góðan Morgun Føroyar í morgun her