Hjálpartól geva møguleika at virka og luttaka í samfelagnum
Føroyingar, sum hava hjálpartól, eru sum heild væl nøgdir við hjálpartólatænastuna.
Hetta er høvuðsniðurstøðan av kanning hjá Turið Jacobsen vegna Ergoterapeutfelagið. Tó kom ymiskt fram í kanningini, sum bendir á, at tørvur er á tillagingum fyri at betra um kvalitetin og nøgdsemið.
Kanningin var landsumfatandi og umfataði fólk í øllum aldri, sum búðu í “egnum heimi” og varð gjørd í tíðarbilinum oktober 2020 – juni 2021
Verkætlanin við heitinum “Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava hjálpitól” fekk stuðul frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
Turið Jacobsen, ergoterapeutur og master í heilsuvísindum, var verkætlanarleiðari. Hon gjørdi í 2017 eina minni kanning um úrtøku av ”einføldum” hjálpartólum til eldri borgarar.
Við hesari kanningini varð bæði lagt afturat úrslitunum frá fyrru kanningini og skapt meiri vitan um, hvussu hjálpartólaøkið í Føroyum virkar eftir brúkarans tykki.
Turið Jacobsen sigur m.a. í frágreiðing um verkætlanina:
Hjálpartól kunnu hava stóran týdning í rehabilitering við tað, at tey gera tað gjørligt hjá fólki við niðursettum førleikum at gera tað, sum tey hava tørv á og sum hevur týdning fyri tey, so at tey kunnu virka og luttaka í samfelagnum eftir egnum fortreytum.
Kanningin vísti, at tey flestu hjálpartólini blivu brúkt og at tey í fleiri førum gjørdu, at luttakarin kundi vera tryggur og sjálvbjargin og kundi virka og luttaka í egnum heimi, sosialum samanhangum og í samfelagnum sum heild. Tó vórðu nøkur hjálpartól ikki brúkt, annaðhvørt tí at tey ongantíð høvdu riggað, ella tí at persónurin var blivin verri fyri og ikki kláraði at brúka tey longur.
Harumframt vísti kanningin, at hjá fólki yngri enn 67 ár er alt samskifti um hjálpartól beinleiðis við Almannaverkið (AV). Onkuntíð við AV-Hjálpartól og onkuntíð við AV-Endurvenjing. Nakrir av luttakarunum høvdu fingið hjálpartól í sambandi við, at tey blivu útskrivað frá sjúkrahúsi. Alt eftir aldri og slagi av hjálpartóli var sambandið tá við sjúkrahús og eitt av eldraøkjunum ella AV ella øll trý. Hjá fólki 67 ár og eldri var so at siga alt samskifti um hjálpartól við kommunalu eldraøkini. Viðvíkjandi sjónhjálpartólum var alt samskifti við Sjóndepilin uttan mun til aldur. Tað vil siga, at fakfólk á eldraøkinum og Sjóndeplinum gjørdu alt frá at kanna, hvønn tørv luttakararnir høvdu, til at finna hjálpartólaloysn, hjálpa við at søkja og implementera hjálpartól, tá tey vóru komin. Meira enn helmingurin av luttakarunum upplýstu, at tey onga vegleiðing høvdu fingið frá fakfólki til at brúka hjálpartólið, men at tey sjálvi og familjan høvdu prøvað seg fram.
Bæði gransking og tilmæli um hjálpartólaveiting leggja dent á, at hjálpartólaskipanir skulu vera so einfaldar sum gjørligt, og at tær eiga at lagast til einstøku samfeløgini. Hendan kanningin vísti, at umframt AV, sum játtar og veitir hjálpartól, eru aðrar skipanir týðandi partar av at veita hjálpartól í Føroyum. Út frá tilmælunum og gransking um hjálpartólaveiting setur hetta krøv til samskipan og samstarv fyri at tryggja, at fíggjarliga og fakliga tilfeingið verður brúkt so væl sum gjørligt til gagns fyri samfelag og einstaka borgaran. Í hesi kanningini, sum tók støði í áskoðanini hjá teimum, sum hava hjálpartól, góvu nøkur av svarunum ábendingar um, at hjálpartólaveitingin ikki var nóg væl samskipað millum AV-hjálpartól og hinar skipanirnar. Fyri at fáa neyvari vitan hesum viðvíkjandi, er tørvur á at kanna málið frá sjónarhorninum hjá ymisku skipanunum og fakpersónunum, sum fáast við hjálpartólaveiting í Føroyum.
Øll frágreiðingini kann lesast her