Hjalmar P. Petersen tvær greinar um mál
Hjalmar P. Petersen, dr. phil. hevur fingið tvær greinar prentaðar í vísindalig tíðarrit.
Onnur greinin er prentað í tí íslendska tíðarritinum Íslenskt mál og almenn málvísindi. Greinin eitur Two Changes in Faroese: A Common Denominator? (bls. 117-134). Greinin er um tvær broytingar, sum henda í føroyskum í løtuni, t.e., at summi eru farin at siga "NN gevur klæðini til Frelsunarherin" fyri "NN gevur Frelsunarherinum klæðini". Hin broytingin, sum er viðgjørd, er tað analytiska miðstigi sum í: "NN er meira sjúkur enn XX", ístaðin fyri: "NN er sjúkari enn ZZ". Í greinini vísir Hjalmar, at talan er um eina innari broyting, sum ferð er komin á vegna málkontakt.
Hin greinin er prentað í Nordic Journal of Linguistics. Greinin eitur The convergence process between Faroese and Faro-Danish (bls. 5-28). Les meira um greinina her
Les um Hjalmar P. Petersen í Heilagrunninum