2c125587c23f5495f895adaab2e0c4e6.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.12.2009

Hjálmar Hátún herðaklapp fyri gransking

Nevndin fyri Føroya Fróðskaparfelag avgjørdi í farnu viku at veita herðaklapp til ungan granskara fyri vælgjørt granskingararbeiði. Við hesum vildi felagið varpa ljós á og stuðla unga føroyska gransking. Við herðaklappinum fylgir peningagáva. Nevndin setti ein bólk, sum kom til ta niðurstøðu, at hóast nógv fólk kundu komið upp á tal, so skaraði Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, framúr.

Herðaklappið varð latið á aðalfundinum hjá Fróðskaparfelagnum 27. november 2009. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Havstovuni, tók ímóti herðaklappinum vegna Hjálmar, sum hevði forfall.

Grundgevingin fyri at heiðra Hjálmar Hátún
Hjálmar vardi sína dr.scient. ritgerð í Bergen í 2004, 31 ára gamal, og longu árið eftir fekk hann eina grein í vísindatíðarritið “Science” sum fyrsti høvundur. Tað er fáum beskorið, og henda grein hevur verið nógv siterað, m.a. í seinastu frágreiðingini frá veðurlagsnevndini hjá ST (IPCC). Síðan hevur hann givið út fleiri aðrar greinar. Serliga skarar ein grein frá 2009 burturúr, har hann knýtir streymbroytingar í norðara Atlantshavi saman við livandi verum: plantuæti, djóraæti, svartkjafti og grindahvali.

Hansara gransking hevur vakt stóran ans uttanlands, og hon er samstundis innan eitt øki, sum hevur ógvuliga stóran týdning fyri Føroyar, nevniliga grundarlagið undir teimum stóru pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast fram við okkum. Hann arbeiðir sum granskari á einum føroyskum granskingarstovni, men er samstundis knýttur at Nansen Sentrinum í Bergen og samstarvar við m.a. havfrøðideildina á University of Washington. Hann er formaður fyri eini verkætlan, sum er fíggjað av Norðurlandaráðnum, og sum hann sjálvur hevur tikið stig til, nevnd SPACE (SubPolar Atlantic - Climate and Ecosystems).


Granskingarnevndin hevur júst gjørt av at stuðla verkætlan hjá Hjálmari Hátún við 723.140 kr. Les meira um stuðulin her.

Á vísindavøkuni 2009 helt Hjálmar ein av fyrilestrunum,hann kann síggjast her.

Les meira um Hjálmar Hátún í Heilagrunninum.