Hilmar K. Danielsen fingið Heinrich-Mandel Preis 2008
Slóðbrótandi gransking letur upp fyri 10% minking í CO2 útláti frá orkuverkum.
Føroyski granskarin Hilmar Kjartansson Danielsen, sum arbeiðir sum Post.Doc. á DTU Mekanik tók 17. september ímóti stórfingnari heiðursløn á samkomu í Stuttgart. Heiðurslønin, sum kallast Heinrich-Mandel Preis 2008 verður latin av týska VGB (Vereinigung der Grosskessel Betreiber), sum er størsti felagsskapurin fyri orkuverk í Evropa. Við heiðrinum fylgja 10.000 evrur.
Heiðurslønin verður latin til ein yngri verkfrøðing ella granskara (yngri enn 35 ár), sum fær einastandandi ítøkilig úrslit, sum hava týdning fyri orkuverksøkið.
Hilmar fekk heiðurslønina fyri sína Ph.D. verkætlan, sum snýr seg um Z-fasur í orkuverksstáli. Hann greinaði higartil óskiljandi samanbrot í langtíðarstyrkini hjá stáli, sum verður útsett fyri nógvum hita. Nýggja vitanin letur upp fyri møguleikanum at menna nýtt stál til kolorkuverk, sum kann hava umleið 10% lægri CO2 útlát í mun til tey bestu verkini higartil.
Les um Heinrich-Mandel heiðurslønina
Les um Hilmar Kjartansson Danielsen í Heilagrunninum