Hilmar K. Danielsen á odda fyri 25 mill. granskingaraverkætlan á DTU
Smáar innari rivur í legunum hava kostað vindmylluframleiðarum milliardir av krónum. Danski grunnurin Innovationsfonden ger nú íløgur í eina nýggja granskingarverkætlan, sum skal royna at finna eina loysn uppá trupulleikan.
Hilmar Kjartansson Danielsen, ph.d. í tilfarsverkfrøði, er seniorgranskari á DTU Vindenergi. Hann skal standa á odda fyri stóru verkætlanini, sum júst hevur fingið játtað 18,3 mill. kr. í stuðli frá Innovationsfonden.
Verkætlanin kallast “WhiteWind: White Etching Crack Bearing Failures in Wind Turbines”. Samlaði verkætlanarkostnaðurin er 25 mill. kr. og skeiðið 4 ár.
Tær smáu innaru rivurnar kallast White Etching Cracks (WEC) og eru eitt serligt slag av feili, sum serliga rakar vindmyllulegur.
Á myndini omanfyri, sum er tikin við elektromikroskopi, sæst, hvussu rivur kunnu koma í legustál. Hesar rivurnar eru tann fremsta – og kostnaðarmiklasta – orsøkin til vindmylluhavarí.
Sambært granskarunum er tað nógv, sum bendir á, at tað er tað serliga trýstið, sum vindmyllur eru fyri, sum er orsøkin til trupulleikan.
Ein partur av verkætlanini er at kanna møguleikarnar fyri at gera nýtt slag av legum, sum betri tola trýstið.
Verkætlanin skal fremjast í samstarvi millum granskarar á DTU Vindenergi, DTU Mekanik, Expanite, Vestas Wind Systems, SKF B.V. (Holland) og RWTH Aachen University (Týskland).
Les meira um verkætlanina her
Les um Hilmar Kjartansson Danielsen í Heilagrunninum
Mynd: DTU (c)