Herðaklapp og pengar til føroyska ílegugransking
Heilsumálaráðið kunngjørdi í gjár, at føroysk ílegugransking hevur fingið eitt stórt herðaklapp. Á samkomu á Aarhus Universiteti varð almannakunngjørt, at danski Lundbeckgrunnurin hevur játtað 121 milliónir krónur til eina granskingarverkætlan, sum føroyska Ílegusavnið er partur av. Hetta er størsta einstaka granskingarjáttanin innan sálarfrøðiliga økið í Danmark nakrantíð.
- Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska heilsugransking. Stóra játtanin er ein stór viðurkenning av dygdargóða arbeiðinum, sum Ílegusavnið ger. Hetta prógvar, at føroyska heilsugranskingin er á høgum støði, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Lundbeckgrunnurin hevur játtað tær 121 mió. krónurnar til iPSYCH, sum er eitt toymi við granskarum innan sálarfrøði og ílegur. Hetta toymi hevur eitt tætt samstarv við Statens Seruminstitut, Beijing Genomics Institute (BGI), deCode Genetics úr Íslandi og so Ílegusavnið í Føroyum.
- Vit eru sjálvsagt bæði fegin og errin av at vera partur av hesari stóru granskingarjáttanini. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av altjóða granskingarumhvørvinum. Fyri bæði føroyska ílegu – og sálarfrøðiliga gransking fer hetta at hava stóran týdning, sigur Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum.
Í granskingarverkætlanini hjá iPSYCH verður hugt nærri at fimm sálarfrøðiligum sjúkum. Talan er um skizofreni, bipolar (manio-depressivitet), tunglyndi, autismu og ADHD.
Føroyska granskingin á økinum er partvís framd í Føroyum og partvís í Danmark. Í Føroyum er mesta arbeiðið gjørt á Psykiatrisku deild, nú Psykiatriska Deplinum, har læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og bioanalytikarar hava arbeitt part tíð við hesi gransking. Eini 8 fólk hava verið knýtt at hesum verkætlanum í Føroyum, sum hava verið í gongd í fleiri ár. August G. Wang, yvirlækni í psykriatri á Amager Hospital, er granskingarleiðari.
Tað ber ikki til at siga enn, hvussu stórur partur av játtanini kemur til Føroya. Í næstum fer at verða avtalað nærri, hvørjir partar av arbeiðinum og royndunum í nýggju verkætlanini fara at verða gjørdir í Føroyum.
Les um stóru verkætlanina á heimasíðuni hjá Aarhus Universitet
Les um verkætlanirnar hjá Ílegusavninum