Granskingaretikkur.jpg
Skriva út
Lagt út: 11.11.2018

Herd krøv um lýsing av granskingaretikki í umsóknum um stuðul

Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking. Kravið er galdandi frá komandi umsóknarumfari, har freistin er 15. februar 2019.

Umframt broytingina í mun til lýsing av etiskum viðurskiftum, so hevur nevndin eisini samtykt, at umsóknir framyvir bert kunnu skrivast á enskum.

Samsvarandi hesum eru formligu krøvini til umsóknir dagførd. Eisini er lýsing eftir umsóknum, umsóknarblað og vegleiðing dagførd samsvarandi. Sí her 

Kunningarfundur 29. november

Granskingarráðið skipar í hesum sambandi fyri einum kunningarfundi um granskingaretikk og góðan granskingarsið.

Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 29. november kl. 14.00.

Á fundinum fara umboð fyri Granskingarráðið at hava framløgu um almennar granskingaretiskar leiðreglur og um ítøkiligu krøvini til lýsing av etiskum viðurskiftum í umsóknum um stuðul.

Umboð fyri Vísindasiðsemisnevndina og Dátueftirlitið koma at greiða frá, í hvørjum førum tey skulu kunnast/hava umsókn, hvørji krøv eru, hvat skal til fyri at fáa loyvi og nær í tilgongdini tað er skilabest at søkja.

Fundurin vendir sær serliga til granskarar og granskingarstovnsleiðslur, men er almennur og øll eru vælkomin.