Helma Maria Ph.D.
Skriva út
Lagt út: 28.06.2022

Helma Maria Tróndheim vart ph.d. í orkutøknifrøði

Fríggjadagin 24. juni vardi Helma Maria Tróndheim ph.d.-ritgerð sína um, hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka.

Ph.d.-verkætlanin er framd í samstarvi millum Aalborg Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, har Helma Maria hevur verið innskrivað, og SEV, har hon í størstan mun hevur arbeitt. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og SEV.

Vegleiðarar hava verið Claus Leth Bak og Filipe Faria da Silva á Aalborg Universiteti, Bárður A. Niclasen á Fróðskaparsetri Føroya og Terji Nielsen á SEV..

Í metingarnevndini vóru Bogi Bech Jensen, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Göran Andersson, professari á ETH Zürich og Thomas Ackermann, dr., Energynautics GmbH, Týskland.

Ritgerðin kallast: “Ensuring Supply Reliability and Grid Stability in a 100% Renewable Electritity Sector in the Faroe Islands.”

Nógv fólk til verjuna

Tað vóru nærum 100 fólk til verjuna í Løkshøll. Tey hoyrdu fyrst Boga Bech Jensen, formann í metingarnevndini, staðfesta, at nevndin metti Helmu Mariu hava greitt sín setning við ritgerðini, sum tí varð góðkend til verju.

Helmu Maria fekk síðani orðið at greiða frá síni gransking og úrslitum.

Tveir andmælingar settu henni spurningar og útfrá hesum kjakaðust tey um arbeiðið og niðurstøðurnar. Andmælingarnir mettu arbeiðið vera gott og umfatandi. Teir hildu tað vera sjáldsamt og gott, at hon hevði arbeitt so tætt saman við vinnuni, hetta er ikki so vanligt í eini ph.d.-verkætlan.

Eftir slakar 3 tímar kunngjørdi Bogi Bech Jensen, at ein samd metingarnevnd mælti til, at Helma Maria Tróndheim fekk tillutað ph.d.-heiti og -prógv.

Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini handaði henni prógv frá Fróðskaparsetrinum. Prógvið frá Aalborg Universitet verður handað seinni,

Arbeiðið heldur fram í SEV

Helma Maria hevur arbeitt við verkætlanini í góð trý ár.  Hon segði eftir verjuna:
- Tað hevur verið strævið til tíðir, men øgiliga spennandi. Eg havi verið so heppin at sleppa at arbeiða við einum spennandi og aktuellum evni, ið hevur givið mær nógv gott - bæði fakliga og persónliga.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV var fegin um arbeiðið hjá Helmu Mariu Tróndheim:

- Vit eru sera errin av Helmu Mariu og tí stóra og týdningarmikla arbeiði, hon hevur latið úr hondum. Hennara gransking er týðandi partur av okkara arbeiði við grønu kósini, og vit eru sera fegin um, at hon heldur fram í starvi hjá okkum.

Fyrsta av trimum vinnu ph.d.-verkætlanum lokin

Ph.d.-verkætlanin hjá SEV og Helmu Mariu Tróndheim er ein av trimum verkætlanum, sum eru stuðlaðar av fæi frá Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen. Hetta er fæ, sum Granskingarráðið fekk at tilluta til vinnu-ph.d.-verkætlanir. Sí meira her

Samandráttur

Tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tongdar at veðrinum og goymslumøguleikum.

Fyrri parturin av ritgerðini snýr seg um at útvega eina ítøkiliga útbyggingarætlan við tilhoyrandi íløgum í framleiðslumátt, orkugoymslur og flutningsnet fyri at hava eina 100% grøna elorku í Føroyum í 2030 og harvið tryggja eina álítandi elveiting.

Núverandi amboð at gera útbyggingarætlanir við eru vanliga algoritmur, ið optimera útbyggingar árliga. Tað vil t.d. siga, at førið hjá einum kaðli kann økjast ár fyri ár, meðan hann í veruleikanum verður íbundin ella ikki. Hendan kanningin nýtir amboðið Balmorel, ið búskaparliga optimerar bæði framleiðslu og íløgur. Ein mannagongd at umseta hesi optimalu úrslitini til eina ítøkiliga útbyggingarætlan er ment. Hendan mannagongdin leggur eisini upp fyri praktiskum avmarkingum sum staðbundnu orkukeldunum, umframt staðseting og støddum av orkuverkum.

Fleiri kanningar við ymsum orkutøknum eru gjørdar. Viðkvæmið hjá úrslitunum í mun til íløgu- og brennievniskostnaðir er eisini kannað. Sambært úrslitunum er grøn orka búskaparliga besta valið upp til 87% grøna orkuframleiðslu. Grøni framleiðslumátturin má økjast við næstan 80% fyri at fáa eina 100% grøna orkuframleiðslu í 2030, í mun til 87%. Kanningin vísir eisini, at sjóvarfalsorka kann kollvelta útbyggingarætlanina, um tað eydnast at gagnnýta hana. 72 MW av sjóvarfalsorku kann minka vindorku-, vatnorku-, sólorku- og battarímáttin við 155 MW. Harumframt minkar tørvurin á goymsluni í pumpuskipanini við 75%.

Seinni parturin av hesi verkætlanini snýr seg um at kanna støðufestið á elnetinum við støði í dynamiskum simuleringum. Í hesum partinum verður dentur lagdur á elnetið í Suðuroy, ið hevur eina elnýtslu upp á umleið 10% av samlaðu elnýtsluni. Royndirnar úr Suðuroynni kunnu brúkast í víðari kanningum av restini av elnetinum. Eitt modell til at simulera load flow og dynamikkin í elskipanini er ment og validerað. Tað eru fáar upplýsingar um frekvens- og spenningsregulatorarnir hjá synkrongeneratorunum tøkar. Tí eru hesir modelleraðir við standardmodellum. Úrslitið av at brúka núverandi hættir at parametrisera hesi modell var ikki nøktandi. Tessvegna varð ein mannagongd, ið ger brúk av fleiri háttum, ment til at parameterisera og validera hesi modellini.

Dynamiskar simuleringar yvir 4,5 tímar uttan órógv og styttri simuleringar, t.d. 30 sekund, við stórum órógvum eru gjørdar. Sveiggini í frekvensinum og spenninginum, og teirra samanhangur við sveiggini í og býti av inverter-baseraðari framleiðslu eru kannaður út frá teimum longru simuleringunum. Støðufestið í Suðuroy fram ímóti 2030 er kannað við stuttu simuleringunum við órógvum. Kanningin vísir, at neyðugt er við átøkum at tryggja, at støðufestið ikki gerst verri enn í dag. Sambært útbyggingarætlanini skal ein sjókaðal knýta Suðuroynna í elnetið á meginøkinum í 2026. Elnetið á meginøkinum er munandi størri enn tað í Suðuroy, og tí stuðlar tað netinum í Suðuroy við skipanarberandi tænastum. Meginøkið er modellerað við tveimum einføldum modellum og einum nágreiniligum í simuleringunum frá 2026. Úrslitini vísa, at einføldu modellini ikki vísa tað sama sum tað nágreiniliga modellið, tá ið battaríini á meginøkinum stuðla netinum. Dynamiska støðufestið í Suðuroy átti at verið kannað nærri, serliga har gingið verður út frá, at sjókaðalin er óvirkin. Dynamiska støðufestið á meginøkinum átti eisini at verið kannað.

Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskifti á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Helma Maria saman við vegleiðarum og metingarnevnd.
Myndir: Granskingarráðið

Keldur: SEV og Granskingarráðið