Heimsráðstevna: lívfrøðiligt margfeldi
Heimsráðstevna innan lívfrøðiligt margfeldi í havinum verður í Valencia, Spania, í døgunum 11. - 15. november 2008.
Endamálið við ráðstevnuni er:
- At gera eitt yvirlit yvir kunnleikan um lívfrøðiligt margfeldi í havinum, týdning av hesum í marinu vistfrøðiskipanini og teimum sosioøkonomisku viðurskiftunum.
- At meta um nútíðar og framtíðar hóttanir og møguligar ætlanir fyri avmarkingum og skipaðum viðurskiftum av tilfeinginum í havinum.
- At áseta raðfestingar innan framtíðar granskingarøki.
Meira kunning um ráðstevnuna: http://www.marbef.org/worldconference/index.php