7b11d6fda552dc08c38e9a103a250763.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.09.2012

Heimsmet í vøkstri av alitoski lýst í nýggjari grein

Tann 15. august 2012 varð vísindagreinin: “Rapid growth of farmed cod in sea cages in the Faroe Islands” við úrslitum av gransking í vøkstri og kynsbúning av alitoski almannakunngjørd í høgt virda altjóða tíðarritinum Aquaculture. Høvundarnir eru Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard og Øystein Patursson frá Fiskaaling og Hannes Gislason frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Greinin tekur støði í úrslitum frá royndarframleiðslu av toskayngli hjá Fiskaaling í Nesvík, sum bleiv aldur til 4 kg tøkuvekt hjá Faroe Salmon í Árnafirði, árini 2006-2008. Úrslitini eru partvíst umrødd áður í føroyskum fjølmiðlum og løgd fram á norðurlendskari ráðstevnu um toskaaling í Reykjavík, 30. sept. – 1. okt. 2008. Henda ráðstevna var stuðlað av íslendska bankanum Glitnir, sum í lagnunar speisemi fall undir sjálvari ráðstevnuni, sum tann fyrsti í íslendsku fíggjarkreppuni.

Undan fíggjarkreppuni var nógvur áhugi og optimisma um toskaaling, og semja var um, at úrslitini úr Føroyum vóru met-góð. Óvissa var tó um, hví úrslitini vóru so góð. Var tað vegna góðu ílegurnar hjá toskinum av Føroyabanka, sum er kendur fyri at vaksa væl? Var tað vegna góða og javna hitan í sjónum kring Føroyar? Vegna náttúrligu fóðringina við sjóæti av ynglinum í Nesvík? Hví eydnaðist tað so væl at útseta vakstrar-darvandi kynsbúning við ljós-stýring í Føroyum, tá tað sama oftast miseydnast í øðrum londum, sum t.d. í Noreg?

Umframt at góðu vakstrarúrslitini nú eru vísindaliga skjalfest fyri eftirtíðina, so viðger vísindagreinin hesar áður ósvaraðu spurningar og granskar tann góða vøksturin, sum bleiv staðfestur í 2008. Í greinini eru mátingar brúktar av føroyskum sjóhita 2006-2008 saman við einum íslendskum vakstrarmodelli fyri tosk, og útrokningarnar vísa ,at vøksturin í føroyskum sjógvi skal vera munandi betur enn við Noreg og Ísland (og onnur lond) vegna munin í sjóhita aleina. Staðfesti vøksturin í Árnafirði var tó nógv betur enn væntað frá modellinum, og tann munurin skyldast helst mest fóðringina av ynglinum við sjóæti, og møguliga eisini ílegunum hjá toskinum, hóast ílegurnar vóru mettar at vera minni tíðandi enn sjóhitin og fóðringin av ynglinum.

Ein avbjóðing við hesi greinini var at svara spurningum frá ummælarum hjá tíðarritinum, hví tað eynaðist so væl at útseta kynsbúningina við ljós-stýring, tí kynsbúning var mett at vera ein av stóru trupulleikunum í toskaaling á sjónum. Til at svara hesum spurningi vóru brúktar ljósmátingar hjá Landsverk úr Klaksvík, lærubóks-ástøði um ljós í sjónum og mátingar frá Havstovuni úr Kaldbaksfirði av ljós-dempningi niður ígjøgnum føroyska sjógvin. Útrokningar og metingar vóru gjørdar av lutfallinum ímillum náttúrligt dagsljós og ljósinum frá teimum lampum í sjónum, sum blívu brúktar í ringunum í Árnafirði. Greiðar ábendingar vóru um, at ringa veðurlagið í Føroyum við nógvum skýggjum og harav javnt lítlum sólarljósi um summarið var gott fyri okkurt! Ljósviðurskiftini og nógvi gróðurin í sjónum javnaði lutfallið ímillum dagsljós og ljósið frá lampunum niðri í sjónum og hjálpti uppá ljósstýringina , tí størri broytingar í dagsljósi ímillum mánaðir íverksetur kynsbúningina hjá toski.

Eitt annað dømi finst úr Vikebugt, Noregi, har ljós-stýringin eydnaðist eins væl sum í Árnafirði. Tann royndin var gjørd á nærum sama breiddarstigi sum í Árnafirði við ógvuliga líkum veður- og ljósviðurskiftum. Samlaða vakstrartíðin til 4 kg var tó betri í Føroyum: 28 mánaðir í mun til 32 mánaðir í Noreg. Greinin vísir at enda á møguleikar fyri at betra um vøksturin enn meira, m.a. við hita-stýring av sjónum í yngul-vakstrartíðini og við kynbótaarbeiði.

Greinin var einmælt góðkend av trimum ummælarum hjá tíðaritinum Aquaculture, sum er hægst virda altjóða tíðarritið fyri aligransking. Tað er onnur greinin síðani 2010, sum granskarar hjá Fiskaaling hava fingið í hetta tíðarrit í samstarvi við granskarar úr Noreg og frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hetta staðfestir, at føroysk aligransking er á altjóða stigi. Niðurstøðan hjá ummælarum av nýggju greinini var m.a., at úrslitini úr Føroyum eru bestu vakstrarúrslit fyri aldan tosk, sum nakrantíð eru almannakunngjørd og at hesi úrslit kunna endurbirta vónirnar um, at toskaaling kann gerast lønandi vinna í framtíðini.

Enskur samandráttur av greinin kann lesast her 

Niðurtøka av vísindaligu greinini krevur hald av tíðarriti. PDF-avrit av greinini kann fáast við at venda sær til Hannes Gislason á hannesg@setur.fo