Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum skal kannast
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Landsfelag Pensjónista frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum.
Stuðulin á 308.350 kr. er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum”.
Landsfelag Pensjónista stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd í samstarvi við Mariu Skaalum Petersen, ph.d., lektara og leiðara fyri Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking.
Landsfelag Pensjónista sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:
“Tosað verður ofta um, hvussu støðan er hjá pensjónistum, hvussu vit hava tað, hvussu heilsan er, hvat vit takast við o.s.fr.
Vit vita, hvussu vit sjálvi hava tað, men ikki, hvussu onnur hava tað. Spyrt tú ein pensjónist, hvussu hann/ hon hevur tað, er svarið ofta: Gott ella hampiligt. Sjáldan fer viðkomandi nærri inn á, hvussu støðan í veruleikanum er. Fyri at fáa nágreiniliga vitan um støðuna hjá pensjónistum, avgjørdi Landsfelag Pensjónista at kanna málið nærri við at gera eina spurnakanning. Við eini slíkari kanning kunnu vit fáa vitan og neyvari ábendingar um tað er umstøður hjá teimum eldru, sum vit sum Landsfelag eiga at arbeiða fyri at betra t.d. fáa fleiri tilboð til betra n av heilsustøðuni, hóskandi bústaðar úrval og flutningstænastu.
Somuleiðis er endamálið at fáa ábendingar um umstøður, sum eru góðar og eiga at stuðlast víðari.
Sum málgagn fyri pensjónistar hava vit tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti við landsmyndugleikarnar, kommunurnar o.s.fr.
Vita og ikki bara gita
Fyri at sleppa undan bara at halda og gita, hvussu støðan er hjá teimum eldru 75+, hevur Landsfelagið heitt á Gallup Føroyar og Mariu Skaalum Petersen, granskara, at gera hesa kanning saman við Landsfelagnum.
Orsøkin til, at vit ynskja at kanna støðuna hjá teimum, ið eru yvir 75 ár (og ikki teimum yngru), er at fáa eina meira nágreiniliga vitan um støðuna hjá teimum eldru. Yngri pensjónistar eru í dag lutfalsliga væl fyri, og tí kann tað geva eina skeiva mynd, um allir pensjónistar verða koyrdir í ein bólk.”
Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her
Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her