Landssjukrahusid Klipt
Skriva út
Lagt út: 14.09.2023

Heilsugranskingareindin byrjar høgt uppi

Maria Skaalum Petersen sær stórar møguleikar í nýggju Heilsugranskingareindini undir Sjúkrahúsverkinum, sum hon júst er sett sum leiðari fyri.

- Við at savna heilsugranskingina á einum staði kunnu vit fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir og á tann hátt fáa sínámillum samvirkan.

- Tað verður lættari hjá nýggjum granskaraspírum at koma í gongd, tá tey hava eitt stað at fara til at fáa ráðgeving og sparring. Eisini meira royndir granskarar fáa betri møguleikar at sparra og fáa góð hugskot, sigur hon.

Maria Skaalum Petersen tók við starvinum sum leiðari fyri nýskipaðu Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum 1. juli í ár.

Heilsugranskingareindin undir Sjúkrahúsverkinum er skipað í sambandi við, at eitt nýtt Fólkaheilsustýri er sett á stovn. Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið vórðu 1. januar í ár formliga skipað í Fólkaheilsustýrið, sum er sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum.

- Tað var ein politisk avgerð, at granskingin ikki skuldi vera partur av Fólkaheilsustýrinum. Grundgevingin var, at stýrið skuldi vera ein myndugleikastovnur burturav. Granskingin á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og á hinum stovnumum varð tí heimleys, og tað var orsøkin til, at avgjørt varð at savna heilsugranskinginina í eina eind í Sjúkrahúsverkinum, sigur Maria Skaalum Petersen.

Hóast hon hevur eitt sindur ilt av, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er niðurløgd, so sær hon eisini fyrimunir við at fáa eina størri eind, ið fevnir um alla heilsugransking.

- Eingin dámar broytingar, serliga ikki tá alt riggar væl, men nú mugu vit hyggja frameftir og trúgva uppá, at vit kunnu byggja uppá tað, vit hava, so tað verður uppaftur betur í Sjúkrahúsverkinum.

- Um vit settu eina Heilsugranskingareind á stovn nú uttan teir førleikar, sum eru á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, so høvdu vit byrjað á berum. Nú byrja vit høgt uppi, og so kann tað bara ganga uppeftir, sigur hon.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um Heilsugranskingareindina undir Sjúkrahúsverkinum her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.