Heilsugransking á breddanum á Landssjúkrahúsinum og á netinum
Hesa vikuna verður varpað ljós á heilsugransking tengd at Landssjúkrahúsinum. Undanfarin ár hevur ein árligur granskingardagur verið hildin um várið – í fjør varð hesin tó av ongum orsakað av korona.
Av tí at koronustøðan enn er ógreið, hevur Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum valt at skipa fyri einum øðrvísi tiltaki at varpa ljós á heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.
Tiltakið er í tveimum: Postarar um ymsar verkætlanir verða sýndir fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum alla vikuna (viku 21). Eisini eru gjørd stutt videobrot, har granskararnir hava høvi í stuttum at lýsa innihaldið í teirra gransking, sí øll brotini her
Fleiri av granskingarverkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.