Heilsan til Marie S. Curie á altjóða kvinnudegnum
Í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars bjóðaðu Bókasavnið við Løkin, Løkshøll og Kongshavnar Kvinnufelag øllum at skriva eitt bræv til eina kvinnu, ið tey meta sum hetju ella fyrimynd. Fernisering var 7. mars við upplestri, tónleiki, framløgu og kaffi. Innkomnu brøvini verða sýnd fram á Bókasavninum við Løkin 7.-14. mars.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, nýtti høvið at senda eitt bræv til eina stóra fyrimynd í granskingarheiminum.
Brævið er soljóðandi:
Háttvirda frú Skłodowska-Curie - ella um eg kann vera so framlig: Góða Marie
Tygum kenna meg ikki, men eg loyvi mær kortini at skriva til tygara og siga, at eg saman við mongum øðrum hámeti tygum sum slóðbrótara, sum granskara og serliga sum kvinnu í eini mannfólkaverð í tygara tíð.
Tað lá ikki í kortunum, tá tygum vórðu fødd í Warszawa í russiska keisararíkinum í 1867, at tygum nærum 150 ár seinni fóru at fáa evropeiska skipan til granskarar uppkallaða eftir tygum: Marie Skłodowska Curie Actions.
Hendan skipan verður í dag brúkt av ungum granskarum, kvinnum og monnum, sum flyta millum lond at nema sær størri kunnleika og samstarva við onnur í sama yrki.
Hesi og mong onnur við kenna navn tygara og stóru vísindaligu avrikini, sum vóru orsøkin til, at tygum sum fyrsta kvinna fingu Nobel-heiðursløn fyri slóðbrótandi arbeiði tygara. Ikki bara eina ferð, men tvær ferðir fingu tygum hendan heiður, tað er bert fáum unt. Fyrru ferð, í 1903, fingu tygum heiðurslønina í alisfrøði saman við manni tygara Pierre og starvsfelaganum Henri Becquerel, meðan tygum seinnu ferð í 1911 fingu heiðurslønina í evnafrøði.
Tað er hugvekjandi at lesa um góða samstarvið millum systir tygara og tygum um at arbeiða fyri at rinda fyri útbúgvingina hjá hvørjari aðrari. Vit, sum í dag eru von við at samfelagið rindar fyri útbúgving okkara, hava ilt við at seta okkum inn í, hvussu trupult tað var, serliga hjá kvinnum, at fáa útbúgving síðst í 19. og fyrst í 20. øld. At lesa ávikavist læknafrøði sum systir tygara og støddfrøði og alisfrøði sum tygum var sera óvanligt fyri kvinnur tá.
Søgan um hjúnarlagið við Pierre í 1895 og góða granskingarsamstarv tykkara millum er bæði sjáldsom og áhugaverd. Tit megnaðu tey góðu 10 árini tit fingu saman, áðrenn Pierre doyði í ferðsluvanlukku í 1906, at gera slóðbrótandi gransking, her ímillum at finna fleiri grundevni, og enntá at fáa eitt evni - curium - uppkallað eftir tykkum. Tit fingu eisini eina dóttur saman, sum gekk í fótafetum foreldranna.
Tygum góvust ikki á hondum, tá tygum gjørdust einkja, tvørturímóti hildu tygum á og gjørdust eisini fyrsta kvinna, sum varð tilnevnd professari við Sorbonne.
Tíverri untist tygum ikki eitt langt lív. Arbeiðið við geislavirknu evnunum polodium, radium og øðrum oyðilegði heilsu tygara, so at tygum andaðust bert 67 ára gomul.
Høvdu tygum livað longri, høvdu tygum uttan iva verið errin av dóttur tygara, Irène Joliot-Curie, sum bert 1 ár eftir, at tygum andaðust, eisini fekk Nobel-heiðursløn saman við manni sínum, Frédéric. Hetta var í evnafrøði í 1935.
Eg havi vitjað gravstað tygara í Pantheon í París, har leivdirnar av likami tygara vórðu fluttar í 1995, so tygum nú hvíla saman við kendastu fraklendingum í søguni. Eisini her vóru tygum fyrsta kvinna at fáa pláss grundað á egin avrik. Eg heilsaði tær úr Føroyum frá granskarunum, sum standa á herðum tygara og øðrum, sum slóðaðu fyri.
Takk fyri.
Annika