Heilivágur tarnar gagnligari ávirkan av venjing
Nýtsla av ACE-tálmandi heilivági hevur eftir øllum at døma við sær, at gagnliga árinið av harðari kropsligari venjing verður minni.
Tórur Sjúrðarson, ið er ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur kannað árinini av heilivági, ið tálmar ACE, sum er eitt enzym í kroppinum. ACE-tálmandi heilivágur er millum mest nýttu heilivágir í heiminum og verður ofta givin fólki við ov høgum blóðtrýsti og øðrum hjartaæðrasjúkum. Heilivágurin minkar um blóðtrýstið og tískil um vandan fyri hjartaæðratilburði.
Men kanningar hjá Tóri Sjúrðarson vísa nú, at ACE-tálmandi heilivágurin samstundis tykist at tarna gagnliga árininum av harðari kropsligari venjing. Frábrigdi av íleguni, sum kotar fyri ACE, ávirka, hvussu virkið ACE-enzymið er, og hesin munurin í ACE-virkninum kann eisini ávirka, hvørja nyttu fólk fáa burtur úr kropsligari venjing. Tí er hugsandi, at heilivágur, ið minkar um ACE-virknið, kann ávirka venjingarúrtøkuna hjá fólki.
Endamálið við ph.d. verkætlanini, sum Tórur Sjúrðarson fór undir í 2019, var at kanna, um úrtøkan av venjing kann órógvast við kendum heilivági.
24 menn og 24 kvinnur millum 20 og 50 ár skuldu fylgja eini harðari venjingarætlan í átta vikur. Ymsar fysiologiskar kanningar vórðu gjørdar av luttakarunum fyri og eftir venjingartíðarskeiðið, og fylgt varð við blóðtrýstinum alt tíðarskeiðið. Helvtin av luttakarunum fekk ACE-tálmandi heilivág, og hin helvtin fekk lumpitablettir (placebo).
Kanningarnar vístu, at háorku-intervalvenjing í átta vikur økti munandi um konditiónina, vøddaúthaldnið og heilsumarkørar í bæði arm- og beinvøddunum uttan mun til, um luttakarnir fingu ACE-tálmandi heilivág ella lumpitablettir. Men heilivágurin minkaði um mongdina av reyðum blóðkyknum og mótvirkaði jaliga árinið av venjingini á vøddamassa og ávísar tættir í hjartanum.
Úrslitini av kanningunum hjá Tóri Sjúrðarson eru nú kunngjørd í viðurkendu fysiologisku tíðarritunum, Physiological Reports og European Journal of Applied Physiology.
Lesið greinirnar her:
Effect of angiotensin-converting enzyme inhitibion on cardiovascular adaptation to exercise training
Robust arm and leg muscle adaptation to training despite ACE inhibition: a randomized placebo-controlled trial
Lesið samrøðu við Tór Sjúrðarson um verkætlanina í Góðan Morgun Føroyum her.
Granskingarráðið og Novo Nordisk-grunnurin hava fíggjað verkætlanina.