cd522d49a3ca7a0755c84c763d2a70ea.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.02.2011

Heilin búnast meðan vit sova

Nýggj gransking á Lübecks universitet í Týsklandi vísir, at tá vit sova, arbeiðir heilin við at finna útav, hvat hann skal leggja á goymslu. Heilin velur fyrst av øllum at goyma tað, sum vit fáa tørv á í framtíðini

- Úrslitini hjá okkum vísa, at býtingin av minnunum í svøvni stendst av eini grundleggjandi úrvalstilgongd, ið ger av hvørjir vitanarlutir skulu sendast víðari til langtíðargoymslu.

- Okkara úrslit vísa eisini, at tað fyrst av øllum er tann vitanin, ið er umráðandi til okkara framtíðartørv, sum verður send til langtíðargoymslu, sigur Jan Born, ábyrgdargranskari.

191 fólk tóku lut í vísindaligu royndunum hjá granskarunum. Tey vórðu býtt í tveir bólkar, har tey fingu ymiskar fyritreytir til at loysa ávísar uppgávur í einum avmarkaðum tíðarskeiði.

Nøkur teirra fingu boð, um at tey skuldu í roynd aftaná tíðarskeiðið, meðan onnur einki fingu at vita.

Teir luttakararnir, sum fingu loyvi til at sova, meðan kanningin fór fram, vórðu kannað við eini EEG-maskinu, ið mátar elektriskt virksemi í heilanum.

Vísindaligu royndirnar vístu, at tey sum frammanudan fingu at vita, at tey skuldu kannast, høvdu hægri heilavirksemi, meðan tey svóvu, enn tey sum ikki vistu, at tey skuldu kannast.
 
- Tess hægri heilavirksemi teir sovandi luttakarnir høvdu, tess betri kláraðu teir seg.

Varandi broytingar í heilanum
Ståle Pallessen, professari í sálarfrøði á universitetinum í Bergen sigur, at tað er vælkent at svøvnur og minnir eru tætt knýt at hvørjum øðrum, og at heilin stovnfestir minnir í svøvninum.

- Vit meta, at stovnfestingini skapar varandi bygnaðarbroytingar í heilanum, sum skapar grundarlag til minnini. Tað merkir, at varandi broytingar koma á sambandið millum nervakyknini.

Hetta hendir bæði tá vit eru vakin og tá vit sova. Granskarar meta tó, at tað hendir oftari, tá vit sova, tí tá órógvast broytingartilgongdin ikki líka nógv, sigur Ståle Pallessen, professari í sálarfrøði.

Ymiskt, sum órógvar svøvnin, sum til dømis svøvnapnø, kann ávirka bæði innlæring og minnið.

- Eitt nú er tað prógvað, at fólk, sum hava søvnapnø, klára seg verri til kognitivar kanningar enn onnur, sigur Ståle Pallessen, professari í sálarfrøði.

Kognitivar kanningar máta tað, sum hevur við skynsemi, hugsan og fatanarevni at gera.

Les fleiri áhugaverdar granskingargreinar um týdningin av svøvni her: http://www.forskning.no/artikler/2009/mars/214530

Kelda: http://www.forskning.no/artikler/2011/februar/277915