Heilin ávirkast, tá fólk verða noydd at skriva við høgru hond
Gransking frá Hvidovre Hospital vísir, at heilin hjá vaksnum lámum, sum blivu noydd at skriva við høgru hond sum børn, er broyttur. Granskarar kenna enn ikki allar avleiðingar av hesi broyting
Eins og utttanlands var hetta fyribrygdi væl kent í Føroyum. Her á landi var eisini bert ein røtt hond at skriva við. Tey, sum vóru lámar, vórðu noydd til at skriva við høgru hond, so tey kundu læra at skriva rætt.
Fleiri føroyingar kenna seg aftur í hesum og mong av teimum hava ivaleyst ampa av, at tey blivu noydd til at skriva við høgru hond.
Í dag kunnu vit kanska flenna at tí gamla skúlanum, men í summum londum er hetta enn veruleiki.
Fleiri av okkum kenna ella hava hoyrt um tey ymisku amboðini, sum vóru nýtt til at fáa børn, sum vóru lámar, til at skriva við høgru hond. Fleiri av hesum amboðum vóru ikki tespulig og høvdu neyvan verið loyvd í dag.
Mong teirra, ið vórðu noydd at skriva við høgru hond, hava í dag trupulleikar við skriving sum heild. Hetta gevur orsøk til at hugsa og seta spurning við, hvør orsøkin er til hesar trupulleikar.
Hendan lítla broytingin at flyta pennin frá vinstru til høgru hond, kann tykjast, at vera ósek og óskaðilig, men kann í veruleikanum hava fylgir.
Gransking, sum ein danskur yvirlækni á Hvidovre Hospital hevur gjørt við hjálp frá MR- skanningum (heilaskanningum), vísir, at broytingin við at noyða børn, sum eru lámar til at skriva við høgru hond kann seta djúp og varandi spor í heilan.
"Okkara gransking vísir, at tað er ógjørligt at fáa ein lám til natúrligt at skriva við høgru hond. Í staðin lagar heilin seg til hesa nýggju uppgávuna við at minka onnur økir inni í teimum djýpru kjarnunum í heilanum. Hetta er sera undrunavert og áhugavert", staðfestir Hartwig Siebner, yvirlækni, sum hevur staðið á odda fyri kanningunum sum granskingarleiðari hjá Danish Research Centre for Magnetic Resonance (DRCMR) á Hvidovre Hospital.
Djúpu kjarnurnar fjala eitt hav av týdningarmiklum nervum í heilanum. Okkara vitan um tær eru ikki nágreiniligar. Tí kunnu granskarar ikki siga, hvønn týdning tað hevur, at djúpu kjarnurnar eru minni hjá fólki, sum eru blivin noydd til at skriva við høgru hond.
"Mann kann hugsa sær til, at hetta er eitt slag av heilaskaða, men tí trúgvi eg ikki."
"Tað er mest av øllum eitt tekin um, at heilin í ungum árum er viðkvæmur og opin fyri ávirkanum," sigur Hartwig Siebner, sum eisini er kliniskur professari í neurologi á Københavns Universitet.
Hóast granskingin enn ikki hevur funnið sjálvan týdningin hjá teimum djúpu kjarnunum, hevur granskingin víst á, at tað er ógjørligt at fáa ei lám til natúrlingt at skriva við høgru hond.
Les alla greinina og finn slóðir til meira tilfar um evnið á videnskab.dk