648fd649c01ef272c0de385a04d6e0eb.JPG
Skriva út
Lagt út: 20.04.2012

Havstovan stóra játtan til gransking frá ES

Seinnapartin í dag hevur Havstovan fingið váttan fyri, at verkætlanin NACLIM, sum stovnurin er partur av, fer at fáa játtan frá ES granskingarskránni FP7. Játtanin til føroyska partin av verkætlanin kemur væntandi at liggja um góðar 4 mió. kr.
 
Verkætlanin NACLIM er framhald av verkætlan, sum kallast THOR, stytting fyri “Thermohaline Overturning – at Risk?” Fyrra verkætlanin hevur verið um havstreymar og broytingar orsakað av veðurlagsbroytingunum. Í nýggju verkætlanini fer eisini at verða granskað, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingarnar hava á lívið í havinum.

Tað er Bogi Hansen, professari, sum er verkætlanarleiðari fyri føroyska partin.

Meira verður at frætta um hesa verkætlanina í næstum.

www.hav.fo