Ocean Decade (1)
Skriva út
Lagt út: 27.11.2020

Havsins áratíggju 2021-2030

Komandi tíggju árini verða Havsins áratíggju. Tað er ST, sum hevur sett havið á breddan, og farið verður til verka í breiðum samstarvi við lond um allan heim.

Havgranskingarnevndin hjá ST, "Oceanographic Commission of UNESCO", hevur gjørt visjón og ætlan fyri, hvussu fokus í tíggju ár kann verða á havið.

Havsins áratíggju ber heitið: "United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development" og visjónin er: ‘The Science We Need for the Ocean We Want’.

Ætlanin er at náa málinum um visjónina fyri Havsins áratíggju soleiðis, at partar taka undir við at fremja átøk gjøgnum granskingarskráir, verkætlanir ella tiltøk tey komandi tíggju árini.

Í Føroyum verður fylgt væl við virkseminum hjá Havgranskingarnevndini hjá ST.

Nú ber til at senda inn skjal, har áhugi verður vístur fyri luttøku í útboðum og átøkum sum koma. “Request for Endorsement” skal skrivast áðrenn 15 januar 2021.

Les meira um Havsins áratíggju her