Marinao Project Participants 2024
Skriva út
Lagt út: 01.11.2024

Havgransking í Norðuratlantshavi skapar virðismikla vitan um vistskipanina

Samstarv um gransking av havumhvørvinum kring Grønland-Skotland-Ryggin gevur munandi betri fatan av havvistskipanini í ljósinum av ógvisligum umhvørvisbroytingum.

Havgranskingarskráin MARiNAO, sum er figgjað av donsku stjórnini, hevur higartil verið sera væleydnað og hevur fingið til vega nýggja týðandi vitan um umhvørvið kring Grønland-Ísland-Føroyar-Skotland ryggin.
Havryggurin, sum bindur Grønland, Ísland og Føroyar saman við Norðsjónum, er eisini økið, har norðasta Norðuratlantshavið møtir norskum og íslendskum sjógvi. Stóra føðslu- og súrevnistilfeingið í økinum ger tað sera ríkt og týðandi fyri fiskivinnuna í fleiri londum. Økið verður mett sum ein brennidepil og enntá eitt møguligt støkkmark fyri alla vistskipanina, tí AMOC (Atlantic Meridional Overturning Circulation) havstreymskipanin stýrir tí umfatandi havringrásini í økinum.

Havumhvørvið kennir eingi landamørk, og tí hevur tað sera stóran týdning, at lond samstarva um at hava eftirlit við heilsustøðuna hjá vistskipanini. Eitt tílíkt samstarv hevur danska stjórnin gjørt møguligt við granskingarskránni MARiNAO, sum varð sett í verk í 2020.

Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa dygdargóða gransking um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, at fremja samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark og at útbúgva eitt nýtt ættarlið av havgranskarum.

Livir upp til málini

MARiNAO granskingarskráin verður fyrisitin av Granskingarráðnum í samstarvi við eina faknevnd. Nú fýra ár eru liðin, síðani granskingarskráin byrjaði, er niðurstøðan hjá faknevndini, at granskingin livir upp til tey mál, sum danska stjórnin hevur sett. Eftir ein ársfund í oktober í Helsingør fyri luttakararnar í verkætlanunum, sigur faknevndin:
"Sum limir í faknevndini fyri MARiNAO meta vit, at granskingin higartil hevur verið nógv betri enn væntað. Vit vóna, at granskingarskráin fer at halda fram, og at onnur lond, serliga Ísland, men eisini Skotland og Noreg, koma við. Tað fer at víðka um samstarvið, soleiðis at vit betur kunnu skilja mótstøðuførið og viðkvæmið í havinum fyri víðfevndum umhvørvisbroytingum.”

Fevnir um øll føðslustig

Fyrstu umsóknarumførini frá skránni fingu nógv fleiri góð uppskot, enn møguleiki var til at fíggja. Øll uppskotini vórðu mett av einum altjóða serfrøðingapaneli. Níggju verkætlanir eru higartil fíggjaðar, harav tríggjar við leiðslu úr Grønlandi, tríggjar leiddar úr Føroyum og tríggjar úr Danmark. Í øllum verkætlanunum er samstarv millum í minsta lagi tvey av teimum trimum londunum. Tjúgu ungir granskarar eru við – frá bachelor- og masterstigi til ph.d.-lesandi (5) og post.doc. granskarar (5). Hetta boðar frá góðum fyri framtíðina hjá havgranskingini í økinum.

Verkætlanarleiðsla
Hóast raðfestingin av verkætlanum er grundað á vísindaliga góðsku, er samansetingin av fíggjaðu verkætlanunum merkisvert fullfíggjað. Verandi níggju verkætlanir fevna um so at siga øll stig í føðiketuni, frá evnafrøðiligum føðsluevnum umvegis plantu- og djóraplankton til fisk og stór súgdjór.

 
Granskingarøkið fevnið samstundis um allan Ryggin og leggur dent á at spora og greina tilfeingið og rørslurnar frá innastu firðum í Grønlandi og Føroyum til opna havøkið.
 
Ólíkt vanligum granskingarskráum, har verkætlanir liva sítt egna lív eftir at hava fingið fígging, so hittast allar verkætlanir í MARiNAO árliga fyri at kunna hvørja aðra um gongdina og áhaldandi søkja samvirkni og dátuskifti. Hesir árligu fundir hava verið í øllum trimum londunum: Føroyum í 2022, Grønlandi í 2023 og Danmark í 2024.

Úrslit frá verkætlanunum, sum eru løgd fram á ársfundunum, hava víst, at verkætlanirnar longu hava framleitt nógva politiskt viðkomandi vitan, so sum at gera forsagnir um svartkjaft, fylgja við ferðingini hjá hvali í Norðuratlantshavi, framleiða langar tíðarrøðir av djóraplankton og at fáa nýggja vitan um dulda lívið hjá toski og hýsu á føroyska landgrunninum. 

Eitt nýtt umsóknarumfar frá MARiNAO-granskingarskránni verður kunngjørt í næstum.

Meira kunning um tær níggju granskingarverkætlanirnar og granskingarskránna fæst á gransking.fo/marinao.

Limir í MARiNAO faknevndini á fundi í Helsingør.  Frá vinstru: Cecilie Mauritzen, Noreg, forkvinna, Birgitte Jacobsen, Grønland, Bo Thamdrup, Danmark, Guðbjörg Ásta Ólafsdóttir, Island, og Rúni Weihe, Føroyar.