Hava drunnhvítaungar verið nýttir sum kertiljós?
Feðgarnir Jógvan og Sjúrður Hammer hava saman við bretanum Alexander L. Bond kannað frásagnir um, at drunnhvítaungar skulu hava verið nýttir sum kertiljós. Teir tríggir hava saman skrivað grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Seabird, sum the Seabird Group gevur út.
Í samandráttinum verður sagt, at tað í nýggjum frásagnum um drunnhvítalívfrøði og -umsiting serliga í norðuratlantshavi javnan verður sagt frá, at drunnhvítaungar hava verið nýttir sum kertiljós, einamest í Írlandi, Skotlandi og Føroyum.
Høvundarnir hava kannað søguligu, etnografisku og savnsprógvini fyri hesi siðvenju. Flestu frásagnirnar eru frá aðruhonds keldum. Bert nøkur heilt frá dømi eru til, sum kunnu verða váttað við myndum, fyrstuhonds frásagnum ella savnsdømum.
Niðurstøða teirra er, at hendan siðvenjan sannlíkt ikki hevur verið serliga vanlig, men fáu dømini hava fingið meira lív gjøgnum yvirdrivnar endurgevingar frá vitjandi náttúrufrøðingum í átjandu til tjúgundu øld.
Greinin kallast Historic evidence of the use of storm-petrels Hydrobates sp. as candles og kann lesast her
Myndin úr greinini er frá Pitt Rivers Museum ©