2da5e3e98019e92629357f48674c482a.png
Skriva út
Lagt út: 11.08.2016

Hagtøl um vanlukkur í føroysku sjóvinnuni verða løgd fram

Á Sjómannadøgunum í Klaksvík i komandi viku verður Ráðstevna um trygd á sjónum. Hetta verður mikudagin 17. august á Sjónámi í Klaksvík frá kl. 9 til kl. 15.

Tað eru manningarfeløgini saman við Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingi, sum skipa fyri ráðstevnuni. Á skránni verða upplýsandi fyrilestrar og kjak.

Annbjørg á Høvdanum fer at leggja úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum meldaðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og greiða frá, hvat hesi tøl siga okkum. Hon hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við hesum tilfari við stuðli frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Les um verkætlanina her 

Tiltakið er alment og tað er ókeypis at luttaka. Heitt verður tó á fólk, um at boða frá luttøku hjá annbjorg80@hotmail.com, áðrenn mánadagin 15. august, so til ber at meta um, hvussu nógvur matur skal bíleggjast.

Mynd: in.fo