Silvurfiskur.PNG
Skriva út
Lagt út: 21.12.2023

Hagtøl um gransking og menning á fyritøkum og stovnum

Hagstova Føroya er farin  undir at kanna, hvussu nógv føroyskar fyritøkur og stovnar granska og menna í mun til onnur lond. Kanningin er seinni liður í arbeiðnum at savna altjóða sambærlig hagtøl um nýskapan, gransking og menning í Føroyum.

Tvey ymisk spurnabløð um gransking og menning eru send út, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Spurnakanningin til fyritøkurnar skal vísa, í hvønn mun tær fáast við gransking og menning,  hvaðani fíggingin til granskingar- og menningarvirksemi stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørjar vísindagreinar granskingin og menningin fer fram.

Allar fyritøkur, ið eru mettar at fremja gransking og menning, eru spurdar.

Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum, ið er ásettur av OECD.

Spurnablaðið til almennu stovnarnar líkist tí, sum privatar fyritøkur fáa, men leggur størri dent á, hvussu arbeiðsorkan verður nýtt, og hvaðani fíggingin til virksemið stavar.

Ein kanning í 2020 vísti, at Svøríki var tað norðurlandið, ið brúkti mest pening fyri hvønn íbúgva til gransking og menning. Ísland var tað landið, ið brúkti minst fyri hvønn íbúgva.