9ce5513d05eea0bdf97738b5d521de1e.jpg
Skriva út
Lagt út: 27.06.2011

Gunnvør á Norði grein í altjóða tíðarriti

Í juni-úgávuni av Marine Ecology Progress Series (Bind 431, síðurnar 223-241) er grein hjá Gunnvør á Norði við heitinum: 'Environmental impacts of coastal fish farming: carbon and nitrogen budgets for trout farming in Kaldbaksfjørður (Faroe Islands)'.  Greinin er um carbon, tøðevni og oxygenflutning í einum firði, har aling fer fram. Hetta er onnur greinin úr Ph.D.-ritgerðini hjá Gunnvør á Norði, sum er almannakunngjørd í einum altjóða vísindatíðarriti. Eins og Ph.D.-ritgerðin, so byggir greinin á mátingar, sum eru gjørdar í Kaldbaksfirði.

Umframt Gunnvør á Norði, sum er høvuðsrithøvundur, hava Ronnie N. Glud á skotska granskingarstovninum SAMS, Eilif Gaard á Havstovuni og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildini skrivað greinina.

Undir Ph.D. lestrinum arbeiddi Gunnvør á Norði á Havstovuni og var innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Les meira á setur.fo og á hav.fo

Gunnvør á Norði fer í næstum undir post.doc.verkætlan sum er framhald av hennara gransking higartil. Hon fer at arbeiða á Fiskaaling, men kemur framhaldandi at arbeiða í neyvum samstarvi við Havstovuna og Náttúruvísindadeildina. Í mai avgjørdi Granskingarnevndin at stuðla nýggju verkætlanini, les meira um ársins játtan her.

Les um Gunnvør á Norði í Heilagrunninum.