Gunnar Restorff professari.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.04.2018

Gunnar Restorff professari í støddfrøði

Tann 1. apríl 2018 varð Gunnar Restorff framfluttur í professarastarv í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur verið í starvi á Fróðskaparsetrinum sum lektari í støddfrøði síðan 2008.

Gunnar byrjaði sín víðari lestur á støðisnáminum í stødd- og alisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, áðrenn hann helt á við lestrinum á Universitetinum í Keypmannahavn, haðani hann fekk kandidatprógv í støddfrøði í 2003 og ph.d.-prógv í støddfrøði í 2008. Gunnar hevur síðani august 2008 verið lektari í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hann m.a. hevur tikið sær av undirvísing í støddfrøði og menning av støddfrøði. Harumframt hevur hann síðani 2016 verið útbúgvingarleiðari fyri hjánáminum í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Granskingarøkið hjá Gunnari er operatoralgebra, og serliga innan graf C*-algebrair hevur Gunnar latið úr hondum týðandi vísindalig úrslit. Longu í síni kandidatritgerð hevði Gunnar eitt hugvekjandi úrslit, ið vakti ans millum førandi serfrøðingar í operatoralgebra, og hann hevur síðani rokkið nógvum úrslitum, ið hava vakt ans kring heimin, og sum eru útgivin í nøkrum av teimum hægst virdu tíðarritunum í støddfrøði. Hæddarpunktið higartil í granskingini hjá Gunnari var í endanum av 2016, tá tað eydnaðist honum saman við Søren Eilers, Efren Ruiz og Adam Sørensen at fáa eina fullfíggjaða klassifikatión av graf C*-algebraum við eind.

Gunnar hevur í fleiri umførum verið á longri granskingarvitjanum uttanlands, m.a. í Toronto, Hawaii, Keypmannahavn og Stockholm, og í 2012 var hann høvuðsfyrireikari av eini altjóða vísindaligari ráðstevnu við Gjógv.

Granskingargrunnurin hevur verið við til at fíggjað ph.d.-verkætlanina hjá Gunnari Restorff, uppbygging av netverki og vísindaligu ráðstevnuna við Gjógv.

Sí Stuðulsyvirlitið her og her