8a936b9d2cb77b646e576ec4e4c3902f.JPG
Skriva út
Lagt út: 30.09.2012

Gunnar Guttesen besta filmin um gransking

Á Vísindavøkuni varð avdúkað, hvør filmur vann kappingina hjá Granskingarráðnum um besta film 2012. Tað var filmurin hjá Gunnar G. Guttesen í Havn við heitinum “Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin”, sum varð kosin vinnari. Fyri hetta fekk hann heiðursbræv og ein kekk uppá 5.000 kr.

Tað komu fýra filmar inn til kappingina. Allir fýra filmarnir vóru vístir á Vísindavøkuni. Hini trý toymini fingu hvør sínar 1.000 kr. sum samsýning fyri luttøku og loyvi at leggja myndirnar á Youtube.

Innkomnu filmarnir síggjast á Youtube:

Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin – Gunnar G. Guttesen 

Forvitin er fegin - Árni Winther Jákupsson, Dánjal Pauli Danielsen og Rógvi Jákupson í Stórustovu

Gransking - Andras Jákup Lindenskov Petersen, Mikala Jacobsen, Esther S. Thomsen og Johan Østerø

Yvirskegg - Tað filmar v/Mikkjal Olsen og Klæmint Klakk


Um kappingina

Granskingarráðið gjørdi fyrr í ár av at skriva út eina filmskapping. Vit heittu á fólk at gera ein stuttan film 1-4 m. um gransking - í víðastu merking.

Filmarnir skuldu kunna brúkast til marknaðarføring av gransking. Her hugsaði vit serliga:
- at filmarnir skulu fortelja ungum, at gransking er týdningarmikil fyri tey og teirra gerandisdag
- at størv innan føroyska gransking eru áhugaverd
- at hesi størv hava stóran týdning fyri samfelagið, og at hetta er eitt av økjunum, sum tey áttu at umhugsað at útbúgvið seg til.

Filmarnir skuldu kunna leggjast á gransking.fo og á Youtube.


Meting av filmunum

Ein dómsnevnd varð sett at taka sær av at velja besta filmin. Hon var sett saman av einum umboði fyri Klippfisk, einum umboði fyri samskiftisvinnuna og einum fyri Granskingarráðið. Umboðini vóru Jákup Veyhe, Lena L. Mohr og Annika Sølvará.

Dómsnevndin var samd um, at filmarnir allir lúka treytirnar, sum settar vóru.

Teir fýra filmarnir eru sera ymiskir. Kappingin legði upp til, at alt var møguligt. Karmarnir vóru nokkso leysir og tað speglast aftur í innkomnu uppskotunum. Hetta ger tað eitt sindur ringt at samanbera filmarnar. Kortini var dómsnevndin samd um, at ein filmur skaraði framúr. Tað er filmurin hjá Gunnari Guttesen. Bæði filmsheitið og sjálvur filmurin lýsa, hvønn týdning gransking hevur fyri okkara samfelag. Gransking er grundað á forvitni, tvs. á eitt ynski um at vilja vita meira. Við meiri vitan menna vit okkara samfelag og broyta tað til tað betra.

Talan er um ein flottan film. Sera flott filmað. Góð søga uttan talu. Filmurin hevur eitt forvitnisligt og hóskandi ljóðspor sum kveikir áhuga fyri myndasíðuni. Uppbygnaðurin við kontemplativum myndum og síðani action er væl raktur, og lýsir eisini væl gransking sum bæði hugsunarsamt og spennandi.

Filmskaparin hevur gjøt sær nógvan ómak, hevur verið í Skúgvi og filmað, hevur filmað fuglar og harur og fyri hyggjaran tykist tað, sum myndamaðurin hevur bíðað leingi eftir teimum bestu myndunum. Vakrar náttúrumyndir. Forvitnisligar myndir. Góðar og krevjandi effektir. Góður stílur og litir á myndunum. Alt í alt ein stutt, men heilskapað lýsing av gransking.