Gudrun Winther vart ph.d. á Aarhus Universiteti
Hósdagin 10. januar vardi Guðrun Winther ph.d. ritgerð sína, ”Early Life Programming of Brain and Behaviour” á Århus Universiteti.
Í stuttum snýr verkætlanin seg um, hvussu yvirvekt/fiti í móðurlívi kann ávirka metabolismuna og menningina av heilanum hjá barninum.
Evnini vóru m.a: yvirvekt, fiti, T2DM (sukursjúka), epigenitikkur, neuroinflammatión, strongd og djóraatferð.
Guðrun Winther hevur í sambandi við granskingina verið knýtt at sálarsjúkrahúsinum í Risskov, TNU. Gregers Wegener, yvirlækni, professari MD, DMSc. hevur verið høvuðsvegleiðari.
Aðrir vegleiðarar vóru Sten Lund, professari frá Århus Universitets sjúkrahúsi og Anders Lade Nielsen, professari frá Århus Universiteti.
Opponentar vóru Romain Barrés, professari frá Novo Nordisk – Foundation Center for Basic Metabolic Research og Vallo Volke, professari á Universitetinum í Tartu í Eystlandi.
Framløgan gekk væl, og fekk Guðrun Winther bestu ummæli fyri ritgerðina. Gregers Wegener, professari og ráðgevi hevði eisini nógv rósandi orð at bera Guðrun og segði m.a., at granskingin hevði reist fleiri áhugaverdar spurningar og metti at granskingarverkætlanin við teimum ymsu spurningum hevði allýst grundleggjandi lívstílssjúkur, sum eru uppi í tíðini - s.s. ovurfiti, sukursjúka, strongd og tunglyndi, ið gera um seg víða um í heiminum. Og sum verkætlanin áhugavert lýsti, kann barnið longu í móðurlívi vera sniðgeva við hesum ávirkanum fra mammuni.
Les um Gudrun Winther í Heilagrunninum
Kelda og mynd: Dávur Winther