Guðrun í Jákupsstovu vart ph.d. á Universität Bern
Mikudagin 19. februar vardi Guðrun í Jákupsstovu ph.d.-ritgerð sína við Universität Bern í Sveis.
Guðrun hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á ensktdeildini á universitetinum í Bern. Hon var partur av granskingarverkætlanini The Beach in the Long Twentieth Century, sum var fíggjað av The Swiss National Science Foundation. Verkætlanin var leidd av Virginiu Richter, professara, sum eisini var høvuðsvegleiðari í ph.d.-verkætlanini.
Ph.d.-ritgerðin hevði heitið: Encountering Time: Temporal Experience and Littoral Space in British and Scandinavian Nature Writing. Ritgerðin kannaði fýra útvald verk av bretskum og norðurlendskum "nature writing" bókum sum allar fara fram í strandarøkjum av ymsum slag. Dentur varð lagdur á at kanna, hvussu strandarøki eru staðsetingar, sum kunnu pallseta spurningar um tíð og tíðarfatanir í mun til umhvørvisbroytingar. Hetta serliga í mun til, at strendur kunnu skiljast sum "jarðfrøðilig arkiv", vegna teirra evnisligu samanseting, ið bæði kann fortelja søgur um jarðfrøðiliga fortíð gjøgnum tær fornleivdir, ið kunnu finnast á strondum, men eisini um umhvørvisliga og jarðfrøðiliga framtíð, sum mongdin av burturkasti og dálking, ið skolar upp á strendur um allan heimin, bera boð um.
Í metingarnevndini vóru Virginia Richter frá á Universität Bern og Katie Ritson frá Ludwig-Maximilian Universität München. Skrivari var Ursula Kluwick. Ritgerðin fekk karakterin insigni cum laude.
Á myndin er Guðrun í Jákupsstovu saman við metingarnevndini uttanfyri ensktdeildina á universitetinum í Bern. Frá vinstru: Katie Ritson, Virginia Richter, Guðrun í Jákupsstovu og Ursula Kluwick.
Guðrun í Jákupsstovu byrjar í starvi á Føroyamálsdeildini í mai.