Guðrið Weihe vart Ph.D. ritgerð 31. oktober
Fríggjadagin 31. oktober 2008 vardi stjórnmálafrøðingurin Guðrið Weihe Ph.D.-ritgerð sína við heitinum "Public-Private Partnerships: Meaning and Practice".
Ph.D.-ritgerðin varð gjørd við International Center for Business and Politics, Copenhagen Business School (CBS). Ritgerðin snýr seg um alment-privat samstarv (APS). APS verður ofta skilað til sum ein miðgøta millum einskiljingar og tjóðartøkur, og sum ein betri og munadyggari háttur at skipa almennar byggi- og tænastuverkætlanir - so sum tunlar, skúlar, vegir, sjúkrahús og flogvallar. Hóast nógv hóvasták hevur verið gjørt burturúr APS, so er tað tó framvegis avmarkað semja um, hvat APS í roynd og veru er, og harumframt finnast fáar lýsingar av, hvussu APS virkar í praksis. Við at svara hesum spurningum útfyllir Ph.D. ritgerðin eitt týdningarmikið tómrúm í altjóða gransking innan APS og almennari umseting yvirhøvur.
Ritgerðin verður tøk á bókasavnium hjá Copenhagen Business School - elektroniskt og sum bók.
Vegleiðari hjá Guðrið Weihe hevur verið Carsten Greve, professari á Copenhagen Business School.
Metingarfólkini vóru:
Leonard Seabrooke, professari (chairman), International Center for Business and Politics, á Copenhagen Business School
Dr. J.F.M Koppenjan, Delft University of Technology í Hollandi
Karsten Vrangbæk, lektari á Institut for Statskundskab, Københavns Universitet
Guðrið Weihe hevur fingið starv sum ráðgevi hjá ráðgevingarfyritøkuni, COWI, búskapar- og fíggjardeildin. Harumframt fer hon komandi trý árini at arbeiða við einari altjóða granskingarverkætlan við heitinum: "Why no Tax Haven in the Faroe Islands? A Comparative Investigation of Tax Systems in Micro-States." Meiri fæst at vita um verkætlanina her. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, Copenhagen Business School og Griffith University, Avstralia. Guðrið Weihe er verkætlanarleiðari.
Les meira um Guðrið Weihe í Heilagrunninum ella á www.cbs.dk/staff/guri_weihe