7db8696b85034b8f80e4c57a9d085ff7.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.09.2014

Guðrið Andorsdóttir setti Vísindavøkuna 2014

Fitt av fólki var í iNOVA, tá Guðrið Anorsdóttir, nývalda forkvinnan í Granskinagrnevndini, setti Vísindavøkuna seinnapartin fríggjadagin.

Niðanfyri er røðan, sum hon helt: 
"Hugskotið aftanfyri Vísindavøkuna (Researchers’ Night) var og er at skapa eldhuga og fatan fyri gransking. Vísindavøkan byrjaði í Europa, tí at ES vildi, at fólk skuldu síggja góð dømir um gransking í sínum heimlondum. Tiltøkini hava eisini til endamáls at vísa týdningin av gransking í ES og teimum londunum, har Vísindavøka er. Tiltøkini kunna vísa, hvussu týdningarmikil gransking er fyri framtíðina. Kanska fær onkur íblástur til at byrja eina granskaralívsleið. Nú er tiltakið vaksið so mikið, at yvir 300 býir í Europa halda vísindavøku í dag og í kvøld.

Trongdin at vita meira, ynski at bera fram nýggjan og betri kunnleika, vónin at skapa eina betri verð, forvitni. Hetta eru eyðkenni fyri vísindaliga arbeiðið, sum fer fram í Føroyum. Fróðskaparsetrið brúkar orðini: Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Nógv er hent seinastu árini, so granskingin innan summi økir kann mennast. Ein nýggjur grunnur til gransking á heilsuøkinum Sjúkrakassagrunnurin, er stovnsettur. Og so iNOVA, granskarasetrið á Hoyvíksvegnum, her vit eru stødd í dag. iNOVA er sjáldsamt, tí her er tað undirstøðukervið, sum er gjørt, soleiðis at menning og gransking innan fleiri ávís økir hava bestu umstøður.

Tó eru nógv onnur økir, sum eiga at verða munandi uppstigaði.

Hvussu nógv fólk arbeiða innanfyri økið gransking í Føroyum í dag. Tað vita vit ikki. Vit vita, at tað eru minst 160 føroyingar við ph.d. og doktara prógvi og onnur uml. 60 eru ígongd við ph.d útbúgving. Vit vita, at tað eru yvir 300 fólk skrásett í Heilagrunninum hjá Granskingarráðnum. Men vit mangla hagtøl fyri, hvussu stóran týdning gransking hevur sum vinnugrein í Føroyum. Vit vita, at fleiri granskingarstovnar klára at fáa útlendska fígging til partar av teirra virksemi, dømi um hetta eru Havstovan og Deildin fyri Arbeiðs- og Almenna heilsu.

Vit vita eisini, at tað eru nógv fleiri enn akkurát ein ph.d.’ari, sum arbeiðir við eina ítøkiliga granskingarverkætlan. Her eru ofta eitt og tvey, bæði teknisk og fyrisitingar starvsfólk knýtt at flestu verkætlunum. Ein granskingarverkætlan er ofta sum eitt lítil fyritøka, har fleiri fólk starvast. Tíverri er tað enn so, at vit ikki fáa loftað útbúnum granskarum – tað er einki pláss fyri teimum í Føroyum. Onkur má kunna taka ímóti hesum fólkum, soleiðis at nakað kann byggjast upp. Tað nyttar ikki bert at fáa eina rúgvu av ph.d.’arum, uttan at kunnu bjóða nakað post.doc. til teirra.

Hví skulu vit sum samfelag granska? Gransking og menning er ein sera týðandi vinnuvegur, sum ávirkar búskapargongd í einum samfelagi, hetta kann mátast við at BTÚ hækkar, eins og arbeiðsloysi minkar. Gransking og menning er ein sera týðandi vinnugrein í eini altjóðagjørdari verð, við altjóða fígging til tey bestu. Gransking og menning kann vera við til at økja produktivitetin í samfelagnum og broyta búskaparvøkstur og lívsgóðsku munandi. Gransking og menning kann vera við til at fáa til vega nýggja vitan, sum førir til nýggjar møguleikar, nýggjar vinnur og framburð.

Vit liva í einum vitanarsamfelag í eini altjóðagjørdari verð, har menniskjaligi kapitalurin er sera týðandi. Um vit skulu varðveita okkara vælferðar- og vitanarsamfelag og menna tað víðari til framtíðar krøv og avbjóðingar, er neyðugt, at vit raðfesta útbúgving og gransking.

Føroyar eru eitt fantastiskt land fyri granskarar. Bæði tá tað snýr seg um evni at granska i, og á einstøkum økjum eisini, tá talan er um karmar fyri gransking. Á nógvum økjum hava vit heilt einastandandi gott, fjølbroytt og serligt tilfar at kanna, t.d. finnast próvtøku uppgávur heilt aftur til 1937 á Studentaskúlanum í Hoydølum, eins og Mentamálaráðið hevur goymt allar uppgávurnar frá landsroyndunum í fólkaskúlanum, síðani tær byrjaðu. Til ber at gera heildarkanningar av øllum samfelagnum, sum gagnar bæði okkara samfelagi og granskingarøki eisini uttanfyri Føroyar.

Vit hava nógv góð og dugnalig fólk og væl skipaðar stovnar. Vit hava drúgvar royndir og góð netverk í Føroyum og altjóða. Vit hava framúr góðar skrásetingar av øllum møguligum viðurskiftum gjøgnum tíðina. Av hesum orsøkum eru Føroyar áhugaverdar hjá bæði almennum granskingarstovnum og privatum fyritøkum til fleiri sløg av granskingarverkætlanum. Til at styrkja føroyska gransking mugu vit byggja sterk granskaratoymir, sum eru grundað á okkara umstøður, okkara fortreytir og avbjóðingar.

Innanfyri OECD samstarvið hevur tað verið álagt frá 2008, at almennar útreiðslur til gransking og menning ikki er at rokna sum útreiðsla, men íløga. Hesar broytingar eru ikki framdar enn á føroysku fíggjarlógini.

Politikararnir hava givið ferðavinnuni fleiri milliónir krónur meira at arbeiða við, tí teir vænta, at hon fer at vinna pening til landið og skapa nýggj arbeiðspláss. Á sama hátt eiga vit nú at satsa uppá granskingina, og her er talan bæði um almennu Føroyar og ikki minst vinnulívið.

Um Granskingarráðið fær 10 milliónir afturat, eru tilsamans 17 milliónir at luta út til gransking. Seinasta útlutingarumfar av granskingarstuðli hjá Granskingarnevndini í mai í ár vísti greitt, at tað var ivaleyst til av sera góðum og sterkum umsóknum til at kunna lata 17 mill. kr. út. Tá kunnu vit fáa fleiri av okkara vælútbúnu ungu fólkum heimaftur, sum yvir tíð kunna luttaka í og skipa fyri stórum útlendskum verkætlanum, sum kunna geva okkum nógvar pengar. Tað hevði skapt nógv nýggj arbeiðspláss í Føroyum, ikki bert til granskarar, men eisini til teknikarar og onnur við viðkomandi førleikum.

Vísindavøkan er eina ferð um árið, og øll sløg av gransking og vitanararbeiði eru bjóðaði við til at vísa fram tað, tey fáast við. Her eru bæði fyrilestrar, framsýningar, royndir og tilfar til umhugsni og kappingar. Hetta er størsta miðlingin av gransking í Føroyum.

Vísindavøkan kann vera við at varpa ljós á, hvat arbeitt verður við, og hvat granskarar og ikki minst samfelagið brúkar vitanina til.

Her hevur í allan dag verið møguleiki at lurta eftir ymiskum fyrilestrum, fjølbroytni er sera stórt. Til ber at fáa nakað at vita um buldur á Viðareiði og heitu kelduna í Kollafirði, málmenning hjá føroyskum børnum, immunohistokemi, amtmann sum kollveltingarmann og eina rúgvu av øðrum spennandi fyrilestrum. Gott, at tað er møguligt at lurta eftir øllum, um tíð og hugur er til tað og fáa meiri vitan.

Sum Hávamál sigur um vitan:
Betri byrði
ber ei maður breytum á
enn mannavitið mikið;
betri enn gull
tykir tað í ókunnum stað,
vit er vesalamannsins treysti.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða Vísindavøku."