Grót úr Tindhólmi skal samanberast við royndir frá Mars
Níggju granskarar úr USA, Noregi, Danmark, Týsklandi og Føroyum hava savnað jarðfrøðiligar royndir og dátur í Tindhólmi og í Suðuroynni, sum skulu gera tað møguligt hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA at skilja jarðfrøðina á Mars betur.
Jarðfrøðiligar royndir úr Føroyum hava fyrr víst, at føroyska jarðfrøðin er sera lík jarðfrøðini á Mars. Eftir at rúmdarbilurin Perseverance er farin undir at taka borikjarnar á Mars, ber til at gera neyvari samanberingar og greiningar av ymiskum grótsløgum úr Føroyum og á Mars. AMASE verkætlanin, sum er heitið á kanningararbeiðinum í Føroyum, hevur tí fingið enn størri týdning nú.
- Vit vóna, at royndirnar, sum vit hava tikið nú, og tær greiningar, ið fara at verða gjørdar, fara at gera tað møguligt at skilja fleiri frábrigdi og smálutir í jarðfrøðini á Mars, sum í síðsta enda fara at geva okkum virðismikla vitan um vatn og lív á gongustjørnuni, sigur Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum er í partur av Mars 2020 vísindatoyminum hjá NASA.
Les grein í Vísindavøkublaðnum um jarðfrøðiliga gransking í Føroyum í sambandi við kanningar á Mars her.
Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.