Greinir um umhvørvisdálking og barnakonur
Anna Sofía Veyhe, ph.d.lesandi við Universitetet i Tromsø hevur saman við øðrum grein í tíðarritinum International Journal of Circumpolar Health. Hon er fyrsti rithøvundur á greinini, sum kallast "The Northern Norway mother-and-child contaminant cohort study: implementation, population characteristics and summary of dietary findings". Greinin kann lesast her.
Anna Sofía Veyhe hevur eisini verið við til at skriva tvær aðrar greinar, hesar hava verið í tíðarritinum Journal for Environmental Monitoring:
Onnur varð útgivin í november 2010 og kallast "Levels of organochlorines and lipids across pregnancy, delivery and postpartum periods in women from Northern Norway". Enskur samandráttur kann lesast her.
Hin varð útgivin í august 2011 og kallast "Changes in maternal blood concentrations of selected essential and toxic elements during and after pregnancy". Enskur samandráttur kann lesast her.
Greinirnar er liður í ph.d.verkætlan hennara um umhvørvisdálking og árin á barnakonur.
Les um Onnu Sofíu Veyhe í Heilagrunninum