Greinir um námsfrøðiliga ráðgeving
Jóhannes Miðskarð, ph.d. adjunktur á Námsvísindadeildini, hevur skrivað tvær greinir um námsfrøðiliga ráðgeving, sum eru almannakunngjørdar á pedagogfelag.fo
Tær eru úrslit av granskingarverkætlanini “Ávirkanin av námsfrøðiligum inkluderandi ráðgevingarsamrøðum (NIRI).”, sum byrjaði fyri umleið einum árið síðani. Verkætlanin varð stuðlað úr Granskingargrunninum.
Onnur greinin hevur heitið"Tann væleydnaða námsfrøðiliga ráðgevingargongdin" og byggir á tríggjar samrøður, har námsfrøðingar hava greitt frá teirra royndum við at fáa námsfrøðiliga ráðgeving.
Hin greinin, ið ber heitið "Aðaltættirnir í námsfrøðiligum ráðgevingum", byggir á samrøður við fýra ráðgevar, har teir hava greitt frá, hvat ráðgevararnir leggja seg eftir í einari ráðgeving.
Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum