dcbad251ef3f0cc4a77b4a0e61f28d93.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.04.2010

Greining: G&M í fyritøkum gevur vøkstur


Samstarv millum privata og almenna økið um gransking gevur størst vøkstur

Ein nýliga almannakunngjørd greining, sum er tann mest umfatandi kanningin av ávirkanini av íløgum hjá donskum fyritøkum í granskingar- og menningararbeiði, hevur eina greiða niðurstøðu: virðisøkingin er stór í fyritøkum, sum gera íløgur í gransking og menning og hon er størst, tá fyritøkurnar samstarva við universitet og aðrar vitanarstovnar.

- Frágreiðingin vísir, at málið hjá donsku stjórnini um at styrkja samstarvið millum universitetini og fyritøkur er tann rætti vegurin at ganga fyri at økja um inntøkurnar og kappingarevnini hjá vinnulívinum, og harvið tryggja arbeiðspláss í Danmark, sigur Charlotte Sahl-Madsen, vísindamálaráðharri.

Nakrar av niðurstøðunum eru í frágreiðingini eru:
- at fyritøkur, sum samstarva við universitet hava eina umleið 15% hægri framleiðslu pr. starvsfólk, enn fyritøkur sum sjálvar standa fyri granskingar- og menningararbeiðinum.
- at fyritøkur, sum gera íløgur í gransking og menning, hava í meðal 9% hægri framleiðslu pr. starvsfólk, enn fyritøkur sum einans gera íløgur í menningararbeiði.

Les meir og tak frágreiðingina niður her