e08f314dfc3f36b12007711ca753dc18.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.02.2017

Grein um ymiska upphóping av fiti í laksi

Regin Arge hevur saman við øðrum skrivað grein, sum er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Journal of Fish Biology.

Í greinini verður viðgjørt, hvussu fitin verður umsett í laksi í mun til kyn og stødd á fiskinum og í mun til árstíð. Í verkætlanini var ein serlig feittsýra (TTA) blandað í fóðrið í eina tíð beint eftir útseting á vári, og í eina tíð fyrsta veturin á sjónum. TTA-fitisýran hevur serligar eginleikar sum gera, at hon økir um fitiforbrenningina, og minkar sostatt um upphóping av fiti í laksinum.

Almenn vitan er, at umframt longd á degnum (ljós), hevur fiti- ella orkugoymslan í laksinum á vári alstóran týdning fyri byrjanina av kynsbúningini, ið síðan mennist út á summarið og heystið. Eisini er kent, at siljafiskar oftast kynsbúnast á yngri aldri enn rognafiskar. Sum ein liður í at minka um kynsbúning í aldum laksi, var tí áhugavert at kanna, um silja- og rognafiskar umseta fitina ymiskt í avgerðandi tíðini á sjónum um várið. Hetta tí orkunýtslan í mun til orkuupptøku er serliga stór hesa tíðina.

Fóðurviðgerðin við TTA varð eftirmett í juni eftir fyrsta várið, og í mai eftir seinna várið á sjónum. Hetta varð gjørt við at kanna fitiinnihald í flakinum, har laksur goymir meginpartin av fitinum. Kanningarnar vístu, at TTA viðgerðin framdi avgjørdan mun millum fitiinnhaldið í rogna- og siljafiskum. Fyrsta várið vóru serliga rognafiskarnir ávirkaðir av viðgerðini. Fitiinnihaldið í rognafiskunum var tá 3.1%, ímóti 4.3% í siljafiskunum. Hinvegin var fitiinnhaldið í siljafiskum minni eftir viðgerð várið eftir: 15.8 og 16.7% – í ávikavist silja- og rognafiskum. Kondisjónsfaktorurin sást týðiliga fylgja sama mynstri, sum fitiinnihaldið í flakinum, og styrkti sostatt um eftirmetingina.

Úrslitini vísa á, at dynamikkurin í upphóping av fiti millum kynini er ymiskur. Hetta er helst tengt at serligu lívfrøðini, tá umræður nøring hjá laksi. Eisini vísa úrslitini, at umráðandi er at umhugsa kynið á fiskinum og árstíð, tá kanningar verða gjørdar viðvíkjandi fitiinnhaldi í atlantiskum laksi.

Greinin kallast: "Differences in fat accumulation between immature male and female Atlantic salmon Salmo salar after dietary administration of tetradecylthioacetic acid” og kann lesast her

Greinin er úrslit úr ph.d-.verkætlanini hjá Regini Arge og er partvís fíggjað av Granskingargrunninum og Fiskaaling, umframt Nofima og norska granskingarráðnum.

Les um verkætlanina her

Kelda: Fiskaaling