Grein um vón og krabba í tíðarritinum Cancer Nursing
Kristianna Hammer ph.d. og lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetrinum hevur fingið grein við heitinum, “Hope Pictured in Drawings by Women Newly Diagnosed with Gynecologic Cancer” í altjóða tíðarritið “Cancer Nursing.”
Greinin er skrivað saman við Elisabeth Hall professara emaritus frá Aarhus Universiteti og Ole Mogensen professara frá Syddansk Universiteti.
Greinin lýsir kanningina, sum snýr seg um sambandið millum vón og krabbamein. Kannað verður við samrøðum og tekningum, hvussu kvinnur, sum júst hava fingið staðfest krabbamein greiða frá vón. Hvussu ein persónur megnar hetta tíðarskeiðið, kann hava ávirkan á, hvussu hann kemur ígjøgnum tíðina sum sjúklingur og her er vónin ein viðspælari.
Les samandrátt av greinini her
Les um Kristionnu Hammer í Heilagrunninum