Grein um útnorður í "Stjórnmál og Stjórnsýsla"
Í nýggjastu útgávuni av íslendska tíðarritinum "Stjórnmál og Stjórnsýsla" hava Gestur Hovgaard, ph.d., lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, og Grétar Eythórsson, professari við Háskólan á Akureyri, grein um útnorðurviðurskifti.
Greinin kallast "Vestnorden. A functional region?" Greinin viðger nakrar av grundspurningunum viðvíkjandi útnorði sum regionalum felagsskapi.
Les enskan samandrátt og tak greinina niður her
Les um Gest Hovgaard í Heilagrunninum