425027de0b66b47b0a754050b71deb88.png
Skriva út
Lagt út: 22.11.2012

Grein um útbreiðslu av uppsjóvarfiski í Norðurhøvum

Havstovan skrivar, at Jan Arge Jacobsen, granskari á Havstovuni, er við í nýggjari grein um “Útbreiðslu av sild, svartkjafti og makreli í Norðurhøvum sumrini 1995-2006”. Greinin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Marine Biology Research” (MBR). Greinin er ein av fleiri í hefti 8 í MBR, sum eru úrslit av norsku verkætlanini INFERNO “Effects of interactions between fish populations on ecosystem dynamics and fish recruitment in the Norwegian Sea”, fíggjað av Norges Forskningsråd.

Í tíðarskeiðinum 1995-2006 var samlaða nøgdin av uppsjóvarfiski (makreli, norðhavssild og svartkjafti) tað hægsta vit vita um í Norðurhøvum. Greinin vísir á, hvørji viðurskifti ávirka útbreiðslu av uppsjóvarfiski,um og hvussu hesi fiskasløgini umskarast í Norðurhøvum um summarið.

Síðani 1995 eru stovnarnir av uppsjóvarfiski vaksnir munandi um okkara leiðir. Norðhavssildin kom aftur, eftir at hava verið burtur síðani seinast í 60unum. Svartkjaftastovnurin fór at vaksa og var upp á tað mesta, vit vita um, um aldaskiftið, og seinnu árini hevur makrelurin ferðast norður- og vestureftir.

Eitt sokallað “temperaturatlas” er gjørt fyri eystara part av Norðuratlantshavi. Hetta atlasið er býtt upp í fleiri kort, eitt hitakort pr. mánað. Oman á hesi kort, er summarútbreiðslan (í mai og í juli) av makreli, norðhavssild og svartkjafti løgd. Á henda hátt ber til at meta um, í hvønn mun sjóvarhitin avmarkar útbreiðsluna um summarið. Nøgdin av æti frá mai og juli hesi árini er eisini savnað í hesi kanningini fyri at lýsa føðigrundarlagið í Norðurhøvum.

Úrslitini vísa, at hitin í sjónum, serliga í teimum ovaru løgunum, er vaksin hesi árini, samstundis sum útbreiðslan av uppsjóvarfiski er víðkað bæði vestur- og norðureftir. Nøgdin av æti er hinvegin minkað sama tíðarskeið. Útbreiðslan av sild er broytt nógv hetta tíðarskeiðið. Fyrstu tíðina frá 1995-1998 stóð sildin sunnarlaga og vestarlaga í økinum um summarið, t.e. fyri tað mesta í føroyskum og altjóða øki norðanfyri, og í Jan Mayen økinum. Í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2005 gekk sildin longri norður um summarið, tá stóð mest sum øll sildin í norskum og altjóða øki, og einki var í føroyskum øki. Síðani 2004 hevur sildin ferðast longri suður aftur, og seinastu trý árini hevur sild verið at fingið í føroyskum øki til langt út á heystið (greinin fevnir tó bert um tøl til og við 2006).

Svartkjafturin breiddi seg norður- og vestureftir frá 1995 til 2003, samstundis sum stovnsstøddin vaks. Sjóvarhitin vaks eisini hetta tíðarskeiðið, so helst hevur verið gjørligt hjá tí vaksandi stovninum at víðka útbreiðsluøkið og harvið finna nýggjar leiðir at leita sær føði um summarið, við tí úrsliti at stovnurin helt á at vaksa. Hesin stovnurin minkaði tó aftur frá 2007 og frameftir.

Góðir árgangir av makreli komu undan í 2001 og 2002, og stovnurin er vaksin alt tíðarskeiðið og er at finna víða um í Norðurhøvum. Henda greinin fevnir bert um broytingar fram til 2006, men vit vita í dag, at makrelurin síðani tá er farin enn longri vestur og norður um summarið.

Makrelur var mest at finna í sjógvi heitari enn 8 stig, meðan norðhavssildin og svartkjafturin vóru at finna millum 2 og 8 stig. Úrslitini benda tó á, at hitaviðurskiftini hava minni at siga fyri útbreiðsluna av sild enn av svartkjafti. Helst er nøgdin av æti meira avgerandi fyri sildina. Vanliga er svartkjafturin at finna nakað djúpari enn sildin, og tí er ikki beinleiðis kapping millum hesi bæði sløgini, hóast útbreiðslan at síggja til umskarast rættuliga nógv. Eisini broytingar í nøgd og útbreiðslu av æti kunnu broyta útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Í 2004 fór nøgdin av æti at minka í Norskahavinum, og hetta kann hava ført til, at m.a. makrelurin er farin at leita longri vestur og norður fyri at finna føði.

Samanumtikið kann sigast, at tað serliga er stovnsstøddin, ið avger, hvussu vítt ein fiskastovnur stendur um summarið, tá hann leitar sær føði í Norðurhøvum. Víddin av útbreiðsluni er tó tengd at hitaviðurskiftunum, og serliga er kaldur sjógvur avmarkandi fyri, hvussu víða stovnarnir standa. Tann vaksandi sjóvarhitin hetta tíðarskeiðið hevur økt um møguliga rásarúmið hjá uppsjóvarfiski í Norðurhøvum.

Myndatekstur: Útbreiðsla av A) norðhavssild og B) svartkjafti frá akustisku kanningunum norðanfyri í mai 2006, og frá C) yvirlitstrolingunum eftir makreli í juli 2006. Útbreiðslan er løgd omaná eitt temperatur atlas, ið vísir miðalhitan viðkomandi mánað. Strikurnar er siglingarleiðirnar hjá rannsóknarskipunum (norsk, føroysk og íslendsk luttøka).

Rithøvundar, heiti á grein og referansa:

Utne, K. R., Huse, G., Ottersen, G., Holst, J. C., Zabavnikov, V., Jacobsen, J. A., Oskarsson, G. J., og Nøttestad, L. 2012. Horizontal distribution and overlap of planktivorous fish stocks in the Norwegian Sea during summers 1995-2006. Marine Biology Research 8, 420-441.

Kelda: Havstovan