1f860d448d865b984f22e4dbdc587a1a.gif
Skriva út
Lagt út: 07.02.2016

Grein um týdningin av føroyskum máli fyri føroyska samleikan

Stephen Pax Leonard hevur skrivað grein um føroyskt mál, sum verður prentað í tíðarritinum Journal of Anthropological Research Volume 72, 1/2016. Greinin kallast “A ‘High-Intimacy’ Language in the Atlantic: radio and purism in the Faroe Islands.”

Í greinini greiðir hann frá, hvønn týdning føroyskt mál og mátarnir, tað verður talað, hava fyri føroyskan samleika. Hann leggur í greinini áherðslu á tann umráðandi leiklutin hjá útvarpinumm eins væl og tann puristiska málpolitikkin, tá ið hesin samleikin verður bygdur og røktur. Eitt sonevnt ‘innileika-mál’, purisma og útvarp skapa vánir fyri einari eyðsæddari liðstøðu millum samfelagsbólkar. Myndanin av kensluligum upplivingum gjøgnum útvarpið veksur, um røddin er kend, og um málburðurin og orðalagið hjá røddini vísa til eitt grundsnið av virðum, sum ein lítil bólkur við sínámillum sambondum er felags um. Við at spæla upp á hesa kensluna av inniligum nærleika, sum er hámett í Føroyum, hevur málið verið eitt tól í myndanini av føroyskum samleika í eini tíð, tá ið samband Føroya við Danmark hevur sýnst óvissari og óvissari.

Arbeiðið er gjørt sum partur av verkætlanini “Føroyska málvistfrøðin: Varðveiting av einum minnilutamáli umvegis útvarp og bøkur”, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Mynd: Living on Earth