Skriva út
Lagt út: 22.09.2020

Grein um toymisførleikar og -evni í fjøltáttaðum verkætlanum

Mortan Juel Hansen hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um toymisintelligens í dynamiskt fjøltáttaðum verkætlanum við støði í eini skipasmíðjustakkanning.

Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum Project Management Journal. Greinin kallast Team Collective Intelligence in Dynamically Complex Projects—A Shipbuilding Case og kann frítt lesast her

Mortan Juel Hansen sigur soleiðis um greinina:

- Í samvirkandi frøðiverkætlanum (concurrent engineering), ið hava stutta avgreiðslutíð, er førleiki toymisins grundaður á evnini at handfara ymiskar avbjóðingar skjótt og munadygt. Vit gjørdu eina vísindaliga kanning av eini stórari og breiðari verkætlan við nógvum broytingum, har manningin hevði gott orð á sær til at handfara ymisk mál væl. Kanningin vísti, hvussu manningin – til samans – hevði førleika til skjótt at loysa ivamál, ið stungu seg upp á leiðini. Hetta hevði eisini við sær, at trýstið lætnaði á arbeiðið og tíð. Umframt formliga tilgongd, sameind við eina stimbrandi (lean) mannagongd, varð førleiki toymsins stuðlaður av leypandi uppfatan, undirtoymum, áliti og skjótum og beinleiðis samskifti.

Mortan Juel Hansen arbeiðir á Department of Leadership and Organizational Behaviour, BI í Oslo.Greinin er partur av ph.d.-verkætlanin hansara.