Grein um tosk og sjóvarhita í Marine Ecology Progress Series
Petur Steingrund frá Havstovuni er ein av rithøvundunum til vísindaliga grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin í viðurkenda tíðaritinum Marine Ecology Progress Series. Greinin er ein sokallað “feature article of the month”, tvs. tann greinin, sum tíðarritið hevur valt at vera tann besta hendan mánaðin. Greinin er í bind 420 (ár 2010), síða 1-13 og kann lesast her í pdf.
Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski. Sokallað goymslumerkir, sum máta hita og dýpi fleiri ferðir um dagin, vórðu fest á tosk í Barentshavinum, Norðsjónum, Eystursjónum, undir Føroyum og við Ísland. Tilsamans 384 toskar við yvir hundratúsund døgum av skrásetingum vóru grundarlagið í greinini, harav 17 frá føroyska landgrunninum. Lægsti skrásetti hiti var –1,5 oC (við Norðurísland), meðan hægsti var 19,5 oC (í sunnara partinum av Norðsjónum). Hetta er ein munur á umleið 21 oC. Tó var munurin millum lægsta og hægsta sjóvarhita fyri hvønn toskastovn sær bert áleið 12 oC. Gýtandi toskur var bert at finna í sjógvi, sum var millum 1 og 8 oC heitt.
Vøksturin hjá toski var bestur fyri tey økini, har sjóvarhitin lá millum 8 og 10 oC. Sum kunnugt er føroyski landgrunnurin eitt av hesum økjum. Teir føroysku toskarnir vuksu tó munandi seinni enn ein skuldi væntað, tí kanningin var gjørd í einum tíðarskeiði (2003-2005), sum lá beint eftir at gróðurin á langrunninum hevði verið serstakliga vánaligur.
Les um Petur Steingrund í Heilagrunninum
Mynd: Stefan Neuenfeldt