Grein um tálming av kynsbúning í laksi
Um dagarnar kom grein hjá Regini Arge og øðrum í tíðarritið Aquaculture Research. Greinin kallast: “Reduction of early sexual maturation in male S0 Atlantic salmon (Salmo salar L.) by dietary supplementation of tetradecylthioacetic acid (TTA)”. Greinin viðger úrslit úr vakstrarroynd, sum er gjørd á Averøy í Noregi.
Regin er ph.d.-lesandi á Fiskaaling og starvaðist á granskingarstovninum Nofima Marin í Noregi, um tað mundið royndin varð gjørd. Hinir høvundarnir eru Magny S. Thomassen, Rolf K. Berge, Jose Zambonino-Infante, Bendik Fyhn Terjesen, Maike Oehme og Kjell-Arne Rørvik, ið eisini er høvuðsvegleiðari hjá Regini.
Í greinini verður m.a. víst á trupulleikan við at laksur kann gerast ov tíðliga kynsbúgvin og kann hetta verða kostnaðarmikið fyri alaran. Við at brúka fitisýruna TTA sum tilsetingarevni í fóðrinum til heystsmolt í eitt styttri tíðarskeið um vári á sjónum, eyðnaðist at tálma kynsbúningi í siljafiskum sama heyst.
Royndin vísti, at tilsetingarevnið TTA minkar um fiti-akkumulering í laksi um várið og ávirkaði hetta ikki vøksturin á fiskinum fram til tøku. Ein beinleiðis avleiðing av minni fitigoymslu um várið í royndarfiskinum var lægri kynsbúningartíttleiki um heystið sama ár, samanborið við óviðgjørdan fisk. Tí kunnu fóðurtilsetingarevni sum TTA fáa týdning í laksaframleiðsluni við t.d. betran av framleiðslu-kostnaði.
Greinin kann lesast her - (krevur hald, t.d. umvegis Efeingi)
Les um Regin Arge í Heilagrunninum