Grein um stimbrandi evni, sum mótvirka vøddamøði
Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað nýggja grein, sum er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum “Journal of the International Society of Sports Nutrition” um effektina av koffein- og natrium-bicarbonatinntøku á evnini at fremja krevjandi kropsligt arbeiði.
Greinin “Ergogenic effects of caffeine and sodium bicarbonate supplementation on intermittent exercise performance preceded by intense arm cranking exercise” er framd í samstarvi ímillum Fróðskaparsetur Føroya, University of Exeter í Bretlandi og Københavns Universitet í Danmark. Høvundarnir eru Matthaus Marriott, Peter Krustrup og Magni Mohr.
Granskingarverkætlanin er liður í størri verkætlan um at kortleggja fysiologisku orsøkina til vøddamøði, sum Magni Mohr hevur arbeitt við seinastu 15 árini. Vitanin um vøddamøði er grundleggjandi fyri at skilja grundreglurnar í allari kropsligari venjing og fyrireiking í kappingarítrótti.
Undir hørðum arbeiði broytist fysiologiska umhvørvið í vøddunum munandi, har m.a. hydrogen jónir (H+) hópast upp inni í og kalium jónir (K+) rundan um ta arbeiðandi vøddakyknuna. H+ upphópanin ger, at vødda pH-virðið fellur, sum ger, at m.a. orkuframleiðslan í kyknuni verður tarnað, meðan K+ upphópanin ger, at verri verður hjá nervaskipanini at gera vøddakyknuna virkna. Tískil gera hesar jónbroytingar, at verri verður hjá arbeiðandi vøddakyknuni at framleiða kraft og hugtakið vøddamøði uppstendur.
Í granskingarverkætlanini framdu ungir, væltrenaðir menn hart armarbeiði (armsúkkling), áðrenn teir framdu hart beinarbeiði (intervalrennitest). Magni Mohr hevur fyrr víst (Nordsborg et al., 2003 í American Journal of Physiology), at armarbeiðsprotokollin, sum var brúkt, broytir H+ og K+ javnvágina í beinvøddunum, uttan at beinvøddarnir arbeiða. Tískil er jón-javnvágin í beinunum broytt, áðrenn beinarbeiði byrjar, og hetta ger, at arbeiðsavrikini hjá beinunum verða umleið 40% verri enn undir vanligum fyritreytum.
Í nýggju kanningini inntóku royndarpersónarnir antin koffein, natrium-bicarbonat ella placebo, áðrenn arbeiði byrjaði, og bæði koffein og natrium-bicarbonat øktu arbeiðsevnini við 15-20%, við størri effekt av natrium-bicarbonat enn av koffeininntøku. Haraftrat vísti kanningin hægri blóðmjólkasýruvirðir og minni upplivaða kropsliga strongd (Rating of Perceived Exertion) undir tí harða arbeiðinum aftaná inntøku av natrium-bicarbonat.
Natrium-bicarbonat hevur tvey týdningarmikil árin á arbeiðsevnini hjá vøddunum. Bicarbonatið bindur (buffar) H+-jónir, meðan natriumið stimbrar natrium-kaliumpumpuna, sum mótvirkar K+ upphoban rundan um arbeiðandi vøddakyknurnar. Báðar hesar effektir eru við til at útseta vøddamøði. Koffein hevur eina rúgvu av fremjandi effektum á bæði vøddar og sentralnervaskipanina, sum stimbra kropslig avrik undir hørðum vøddaarbeiði.
Bæði koffein og natrium-bicarbonat eru í dag lóglig evnir í samband við ítróttarkappingar (eru ikki á dopinglistanum hjá WADA), og verða tískil nýtt av úrvalsítróttarfólki úti í heimi. Umráðandi er tó at nýta rættar konsentratiónir og inntøkuprotokol av hesum evnum fyri at fáa gagnligu árinini.
Greinin er tann fyrsta í størri altjóða verkætlan um vøddamøði undir intensum arbeiði, har fyritreytirnar at arbeiða verða broyttar við evnum, sum eru avriksfremjandi (performance enhancing drugs), har Fróðskaparsetrið Føroya luttekur saman við fleiri altjóða universitetum. Eftir ætlan koma fleiri greinar í ár og næsta ár, har m.a. verður kannað, hvussu nógv av møðini undir intensum arbeiði er orsakað broytingum í arbeiðandi vøddunum (vøddamøði) og hvussu nógv er orsakað av broytingum í sentralnervaskipanini (sentral møði).
Samandráttur av greinini kann lesast her:
Les um Magna Mohr í Heilagrunninum