Grein um stabilitet í fiskiveiðuavtalum
Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur og ph.d.lesandi, hevur skrivað grein, sum er givin út í tíðarritinum “Strategic Behavior and the Environment”. Greinin kallast “The Stability of Fishing Agreements with Entry: The Northeast Atlantic Mackerel”.
Í greinini verður hugt at stabilitetinum av avtalum millum strandalond um ferðandi fiskastovnar, (eitt nú makrelur, sild og svartkjaftur), tá ferðingarmynstrið verður broytt. Evnið hevur ikki verið nógv frammi fyrr. Støðið verður tikið í avtaluni um makrel í Norðuratlantshavi. Makrelur var býttur við avtalu millum trý standalond (EU, Noreg og Føroyar) í 2000. Men síðan 2007 hevur makrelur ferðast inn í eitt fjórða land (Ísland). Hetta hevur ført til, at avtalan, sum annars var haldgóð og stabil, gjørdist óstabil. Í 2010 breyt avtalan saman, tí Føroyar tóku seg úr avtaluni. Hetta hevur ført við sær, at nógv meira hevur verið fiskað, enn fiskifrøðingar mæla til. Við at brúka spælteori verður henda støða við einum nýggjum landi sett upp í eitt búskaparligt modell. Úrslit í greinini vísa, at generelt minkar stabiliteturin av avtalum, tá fleiri lond skulu deilast um ein fiskastovn. Men ein lægri prísur um summarið á makreli (tá makrelurin ferðast í íslendskum øki) eigur at hjálpa upp á stabilitetin. Eisini vísir greinin, at tað kostar størru londunum lutfalsliga meira enn smærru londunum at fáa eitt nýtt land uppí avtaluna.
Granskingargrunnurin stuðlar ph.d.verkætlanini hjá Hans Ellefsen. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum
Les um Hans Ellefsen í Heilagrunninum