3669253c751739ea47386eddc0687ea7.jpg
Skriva út
Lagt út: 15.12.2014

Grein um screening fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum

Turið Hammer hevur saman við øðrum skrivað grein um lívmóðurhálskrabba í Føroym. Greinin er júst útgivin í tíðarritinum Acta Oncologica og kallast Cervical cancer screening in the Faroe Islands og kann lesast her.(krevur hald)

Høvundarnir eru Turið Hammer, Elsebeth Lynge, Gisela W. Djurhuus, John E. Joensen, Jóanis E. Køtlum, Sæunn Ó. Hansen, Bente B. Sander, Ole Mogensen, og Matejka Rebolj

Í Føroyum hevur ein skipað screening fyri lívmóðurhálskrabba verið síðani 1995. Kvinnur millum 25 og 60 ár verða bodnar til ókeypis kanningar triðjahvørt ár.

Tað finnast fleiri yvirlit yvir lívmóðurhálskrabba screeningar í Europa, men higartil hava hesi ikki fevnt um Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, at screening fyri límóðurhálskrabba í Føroyum verður lýst vísindaliga.

Í greinini verður m.a. lýst, at millum 67 og 81% av kvinnum í Føroyum hava latið seg kannað í hesum tíðarskeiðnum. Nakrir krabbatilburðir eru funnir, men fleiri av teimum, sum hava fingið staðfest lívmóðurhalskrabba hava ikki luttikið í screeningini.

Les um Turið Hammer í Heilagrunninum