Grein um sambandið millum svøvn og minni
Anna á Váli Guttesen hevur saman við øðrum skrivað grein um sambandið miillum svøvn og minni. Greinin er útgivin í tíðarritinum Cerebral Cortex og kallast: "Sleep loss disrupts the neural signature of successful learning". Greinin kann lesast her
Anna á Váli Guttesen er ph.d.-lesandi á Cognitive Neuroscience and Neuroimaging á the University of York. Greinin er partur av ph.d.-verkætlan hennara,
Hon sigur soleiðis um greinina:
"Svøvnur hevur týdning fyri at leggja minnir í geyma. Harumframt eru tað ofta fyrimunir við at sova áðrenn mann lærir (skapa nýggj minnir). Vit kannaðu, um tað er ein samanhangur ímillum, hvussu svøvnur hjálpir at leggja í geyma, og hvussu hann fyrireikar okkum at læra okkurt nýtt. Vit kannaðu eisini, hvussu svøvnloysi ávirkar heilavirksemi, tá ið vit læra.
Luttakarir komu á svøvn laboratoriið um kvøldið, har tey fullførdu eina minnisuppgávu (at knýta myndir til støð). Síðani svóvu tey ella vóru tey vakin alla náttina í laboratoriinum. Morgunin eftir fullførdu tey somu minnisuppgávu sum kvøldið fyri - hetta var fyri at máta, hvussu minnini broytast í náttini, við ella uttan svøvn. Eftir hetta fullførdu tey enn eina minnisuppgávu (at knýta myndir til orð), ímeðan vit mátaðu EEG heilavirksemi - hetta var fyri at máta, hvussu svøvnur og svøvnloysi ávirka læruevni. Allir luttakarir fullførdu bæði eina nátt við og uttan svøvn, við í minsta lagi einari viku ímillum.
Kanningin vísti, at svøvnur samanborin við svøvnloysi veitir fyrimunir fyri at leggja minnir í geyma og at skapa nýggj eftirfylgjandi minnir. Hóast hetta, var tað eingin samanhangur ímillum, hvussu væl minnini goymast ímeðan mann svevur og eftirfylgjandi læruevni. Tí kann tað hugsast, at svøvnur stuðlar hesum báðum førleikunum á ymiskan hátt.
Harumframt vísti kanningin, at svøvnloysi ávirkar heilavirksemi, ið er knýtt at læruevni. EEG virksemi frá 12-20 Hz minkar vanliga, tá vit læra, og hetta vísti okkara kanning eisini, men bert eftir at luttakarar høvdu sovið. Eftir svøvnloysi var hetta eyðkennis heilavirksemi ikki staðfest. Tí tykist tað sum at svøvnloysi ávirkar heilavirksemið, ið hevur týdning fyri læruevni".