Grein um sambandið millum ACE-ensymið og blóðtrýst
Í samstarvi við granskarar í Noregi og Finnlandi hevur Jonhard Eysturskarð, sum er granskari á Fiskaaling, fingið vísindaliga grein góðkenda í altjóða tíðarritinum Nutrition Research.
Hjarta- og æðrasjúkur eru størsta orsøkin til deyðsføll í Evropa. Ein tann størsta orsøkin til hjarta/æðrasjúkur er ov høgt blóðtrýst. Eitt ensym, sum nevnist “Angiotensin I converting enzyme” (ACE), spælir ein týðandi leiklut í sambandi við stýring av blóðtrýstinum.
Í dag eru fleiri ymiskar matvørur á marknaðinum, sum hava jaliga ávirkan á ACE ensymið in vitro(í royndarglasi) og á blóðtrýstið in vivo (í livandi veru). Hesir heilsufremjandi eginleikar eru millum annað at finna í ávísum mjólkar- og fiskaúrdráttum.
Í samstarvi við útlendskar granskingarstovnar hevur Fiskaaling kannað, um ymiskar føroyskar fiskavørur hava jaliga ávirkan á ACE ensymið in vitro og á blóðtrýstið in vivo. Hóast ávísar peptidir í hesum úrdráttum kunnu hava jaliga ávirkan á ACE ensymið in vitro, so er tað ikki vist at tær hava somu jaligu ávirkan á blóðtrýstið in vivo. Hetta kemst av, at sodningarlagið kann niðurbróta hesar peptidir soleiðis, at hesir heilsufremjandi eginleikar fella burtur. Tí hevur tað sera stóran týdning at kanna, um hesir úrdráttir hava somu ávirkan á blóðtrýstið in vivo.
Fyrst varð eitt modell av sodningarlagnum nýtt til at niðurbróta fiskin. Síðani varð hesin fiskaúrdráttur kannaður, um hann hevði nakra ávirkan á ACE ensymið in vitro. Umleið 30 fiskaúrdráttir eru kannaðir in vitro, og tríggir fiskaúrdráttir, sum hava víst seg at hava stóra ávirkan á ACE ensymið in vitro, eru eisini kannaðir í rottu (in vivo).
Eitt ávíst slag av rottu verður javnan nýtt til tílíkar kanningar orsakað av at blóðtrýstið í júst hesum slagi av rottu hækkar við aldrinum.
Laksur, hýsa og toskur, sum øll høvdu ávirkan á ACE ensymið in vitro vórðu kannað í rottu. Hóast hesir tríggir fiskaúrdráttir hava víst seg at hava umleið somu ávirkan á ACE ensymið in vitro, so var tað bert toskur, sum gav okkum ábendingar um, at hendan matvøran eisini hevði ávirkan á blóðtrýstið in vivo.
Granskingin, sum nú er almannakunngjørd, byrjaði, tá Jonhard var ph.d. lesandi á universitetinum í Trondheimi. Hendan verkætlan er partur av eini størri altjóða verkætlan. Umframt Fiskaaling hava Fiskivinnuroyndir stuðlað føroyska partinum.
Samandráttur av greinini kann lesast her
Les um Jonhard Eysturskarð í Heilagrunninum
Kelda: Alitíðindi