Grein um royndir við ymsum hættum at skurðviðgera krossbond
Niclas Højgaard Eysturoy, skurðlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við øðrum skrivað grein um úrslitini av tveimum ymsum skurðviðgerðarhættum av krossbondum. Hættirnir kallast anteromedial (AM) and transtibial (TT) femoral drilling hole techniques. AM hátturin er nýggjari enn TT. Mett verður, at tað eru nakrir fyrimunir við AM háttinum, sum tí hevur vunnið fram seinnu árini.
Granskararnir hava samanborið úrslit av av 8.386 skurðviðgerðum í 2007 til 2010 við úrslit frá 8.818 skurðviðgerðum í 2012 til 2015. Úrslitini benda á, at í fyrra tíðarskeiðinum var ein ávísur munur í úrslitinum har nýggjari hátturin kláraði seg verri, men at hesin munur ikki sæst longri, nú fleiri royndir eru fingnir við nýggja háttinum.
Greinin er júst útkomin í tíðarritinum “Arthroscopy: The Journal of Arthroscopic and Related Surgery “(Vol 35, No 1 (January), 2019: pp 182-189). Hon kallast: “Anteromedial Portal Drilling Yielded Better Survivorship of Anterior Cruciate Ligament Reconstructions When Comparing Recent Versus Early Surgeries With This Technique”. Rithøvundar eru Niclas Højgaard Eysturoy, M.D., Torsten G. Nielsen, B.S.C., P.T., og Martin C. Lind, M.D., Ph.D. (Aarhus Universitetshospital). Samandráttur av greinini kann lesast her
Hetta er triðja vísindaliga greinin hjá Niclasi H. Eysturoy seinasta árið. Allar greinirnar eru lagdar fram á størri altjóða ráðstevnum, m.a. ISAKOS (Shanghai, Kina), ESSKA (Glasgow, Skotland) og DOS (Keypmannahavn, Danmark).
Í januar 2018 kom greinin: “The Influence of Graft Fixation Methods on Revision Rates After Primary Anterior Cruciate Ligament Reconstruction” í tíðarritið “The American Journal of Sports Medicine”. Samandráttur kann lesast her
Í juni 2018 kom greinin: “Allograft Use Results in Higher Re-revision Rate for Revision Anterior Cruciate Ligament Reconstruction” í tíðarritið “The Ortopaedic Journal of Sports Medicine”. Greinin kann lesast her
Les um Niclas H. Eysturoy í Heilagrunninum